LÝSINGARTILFAR
Meklaravirkið, Húsasølan, er ein spildurnýggj fyritøka og ætlar at finna sítt egna nisjuøkið innan føroyska húsasølu. Magni Brøðraberg og Sigfríður á Plógv settu hol á virksemið hjá Húsasøluni í januar í ár við teim serligu Valahúsunum í Hvítanesi.
- Sum er, selja vit bara verkætlanir hjá okkum sjálvum, og hetta verður eisini okkara kjarnuøki í framtíðini, staðfestir Magni Brøðraberg.
Valahúsini á Hvítanesi eru teknaði av Magnus Hansen, arkitekti, frá Teknistovuni Magnus. Talan er um fimm dupulthús, og tey allar flestu eru longu seld, men eini tvey eru eftir.
- Húsini hava verið nógv eftirspurd, og tey eru eisini heilt serlig, ikki minst orsakað av hugnaliga og vakra umhvørvinum niðri við fjøruna á Hvítanesi, sigur Magni Brøðraberg. Valahús kunnu síggjast inni á www.valahus.fo
Dygdin týdningarmikil
Húsasølan leggur stóran dent á dygd, og næsta verkætlanin hjá fyritøkuni er eisini teknað av arkitekti.
- Verkætlanin í Stóragerði beint við Landavegin umfatar tvey dupulthús, sum arkitektafelagið, Kontrast, við Mayfinn Norðoy hevur teknað.
Snikkaravirkið, Viking Smíð, stendur fyri byggingini av báðum verkætlanum.
- Vit høvdu ein dreym um at selja okkara egnu verkælanir, og vit vildu hava tað bestu dygdina, og tann dreymurin er nú vorðin veruleiki.
Magni Brøðraberg er teldumaður og Sigfríður á Plógv er handverkari, og báðir hava teir rikið aðrar fyritøkur.
Meklaraforrit við nógvum hagtølum
Húsasølan hevur ætlanir um at økja virkisøkið til eisini at selja privathús. Men eisini á hesum økinum ætla teir at leggja dent á heildarverkætlanir.
- Vit ynskja at veita heildarloysnir til privata seljaran og keyparan. Hetta skal millum annað gerast við, at vit hava hondverkarar, sum kunnu gera smærri umvælingar, áðrenn húsini verða sett til sølu, soleiðis at húsini fáa størri virði. Og hondverkararnir kunnu eisini meta um tørvin á ábøtum annars.
Harumframt hevur Húsasølan keypt eitt professionelt meklaraforrit, sum kann veita kundunum eina ørgrynnu av hagtølum.
- Føroysku húsasølurnar geva ikki kundunum neyðugu afturmeldingarnar, men við okkara nýggja forriti, kunnu vit tildømis kunna um, hvussu ofta fólk hava spurt eftir einum húsum, hvussu nógv hava vitjað og so víðari, greiðir Magni Brøðraberg frá. Tilboðini hjá Húsasøluni verða skjótt at síggja á www.husasolan.fo
Dorit Hansen