Nýtt savn og café letur upp í Vági

Leygardagin letur eitt nýtt savn og café upp á Gørðunum í Vági.

Tað er í sambandi við, at vágsfyritøkan D. J. Vilhelm í ár er 120 ár, at eigararnir lata nýggja café og nýtt savn upp í Krambúðini á Gørðunum. Leygardagin verður føðingardagshald, samstundis sum savnið og caféin lata upp.

Í savninum verða lutir frá gamla virkseminum hjá Garðamonnunum og D. J. Vilhelm vístir fram. Virksemið á Gørðunum, har bæði handilin á Gørðunum og D. J. Vilhelm hildu til, var eitt hitt størsta handilsvirki í landinum. Upp á tað mesta vóru 450 fólk til arbeiðis hjá Garðamonnunum.

Fyritøkan D. J. Vilhelm keypti bygningarnar í 1996. Tá vóru teir fullkomiliga forfalnir. Alex Vilhelm, eftirkomari av Garðamonnunum og stjóri í D. J. Vilhelm, greiddi í 2014 Vikublaðnum frá, at teir stig fyri stig hava umvælt bygningarnar síðani tá.

Tað er í samband við hesar umvælingarnar, at teir eru komnir fram á gamlar lutir frá virkseminum í økinum.

Krambúðin á Gørðunum eru vøkru reyðu húsini, sum standa fram við Vágsvegi, har Á handilin heldur til.

Fleiri myndir frá caféini og savninum eru at finna á Suðurrás.