Sjúklingahotellið í Tåsingegade í Keypmannahavn ikki er hóskandi til endamálið. Men nú stendur so landsstýrinum í boði at fáa nýggj og tíðarhóskandi høli í Venøgade, skamt frá verandi sjúklingahotelli.
Talan er um bygning, sum verður innrættaður til endamálið, har sjúklingar og teirra avvarandi kunnu búleikast undir góðum umstøðum, bæði í einstaklinga- og familjuhølum.
Samstundis verða nýggju hølini innrættað við góðum umstøðum til frítíðarvirksemi, har allar nútíðar tekniskar installatiónir verða tøkar.
Eisini verða umstøðurnar hjá starvsfólkunum av teimum allarbestu umframt, at allur neyðugur útbúnaður og hentleikar annars verða til taks.
Landsstýrið kann ogna sær hølini fyri uml. 1,5 mio kr árliga í meira leigu enn kostnaðin av verandi sjúklingahotelli í Tåsingegade, so talan er um avmarkaðan meirkostnað, ikki minst sæð í mun til góðskuna og at væl fleiri kunnu búleikast á nýggja hotellinum enn í verandi. Eisini slepst undan at fáa sjúklingum innivist á gistingarhúsum í Keypmannahavn.
Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at heimila landsstýrinum at gera sáttmála um leigan av nýggja stásiliga bygninginum í Venøgade.
Verður uppskotið samtykt, so kunnu føroysku sjúklingarnar flyta úr verandi sjúklingahotelli í nýggj og tíðarhóskandi hølir longu komandi vár. Tað verður ein góð og virðilig framtíðartryggjað loysn føroyskum sjúklingum og teirra avvarandi at frama.