Nýtt skip: Martin komin til Føroya

Nýggja tænastuskipið hjá Bakkafrost, Martin er ímorgun komin á Havnina.

 

Aftaná full-scale royndir fríggjadagin loysti "Martin" frá Havyard skipasmiðjuni í Leirvik, Norra, leygardagin seinnapartin stutt áðrenn kl. 16:00. Skipið kom á Havnina ímorgun. Skipari á hesi fyrstu ferðini heim til Føroya er Niels Leivsson í Buð, ið áður hevur starvast sum yvirstýrimaður umborð á "Hans á Bakka".

 

"Martin" fer væntandi til verka beinanvegin týsdagin. Á stóra afturdekkinum er sett upp útgerð at reinsa lús av laksinum við flógvum sjógvi. Útgerðin er liður í okkara átaki at økja orkuna munandi at vaska laksin uttan nýtslu av kemiskum evnum.

 

Móttøka á Bakka leygardagin  við røðum og heilsanum til skipið. Móttøkan byrjar kl. 14:00 og øll eru hjartaliga vælkomin. Tað er opið skip aftaná móttøkuna og til kl. 17:00.

 

Bakkafrost hevur undirskrivað sáttmála um keyp av einum skipi afturat, líknandi sum "Martin". Nýggja skipið fær navnið "Róland", sum var annar bróður Hans á Bakka. Sostatt eru teir tríggir brøðurnir, ið stovnaðu Bakkafrost í 1968, kallaðir upp við hesum trimum stóru tænastuskipunum hjá Bakkafrost.

 

Skipið hevurt somu skipan, sum er monterað umborð á "Martin", til at reinsa laks fyri lús. Við hesum skipinum veksur samlaði kapasiteturin hjá Bakkafrost munandi at reinsa fiskin við vatni og uttan at nýta kemisk evnir.

 

"Róland" kemur ætlandi í føroysku skipaskrásetingina longu miðskeiðis í mars. Væntandi verður skipið klárt at fara í vinnu í juni í ár.