Nýtt skip til Klaksvíkar

P/ F Christian í Grótinum hevur keypt norska framleiðsluskipið Kvannøy.

Stjórin í samtakinum Christian í Grótinum, Eyðun Rasmussen, váttar fyri Norðlýsið, at semja er við norsku eigararnar av Kvannøy at keypa skipið.

-Orsøkin til keypið er at vit ynskja at allar kvoturnar sum vit ráða yvri verða brúktar til matna, og við nýggja skipinum megna vit at røkka hesum málinum.

-Vit leggja stóran dent á at virðisøkja tilfeingið og nýggja skipið kann framleiða 150 tons um samdøgrið og lastar 800 tons av frystum, sigur Eyðun Rasmussen við Norðlýsið.

Víðari sigur hann, at skipið kemur til Føroya um hálvan mars, og at verandi manning á Christian í Grótinum fer umborð á nýggja skipið.