Nýtt snarflogfar

Japanar og fransmenn eru vorðnir samdir um at byggja eitt flogfar, sum skal flúgva skjótari enn tey væl kendu Concorde-flogførini, sum góvust at flúgva fyri tveimum árum síðani eftir at hava flogið í 27 ár.

Nýggja snarflogfarið skal hava pláss fyri 300 ferðafólkum, og tað skal hava so stóra motororku, at tað skal kunna flúgva upp til fimm ferðir skjótari enn ljóðið, skrivar AFP úr París.

Avtalan ímillum japanar og fransmenn varð undirskrivað fyrradagin. Tey næstu trý árini fara partarnir at brúka góðar 30 milliónir krónur til at menna ætlanina, áðrenn hon av álvara verður sett í verk.