Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, hevur valt stýrið fyri sjálvsognarstovnin Alv.
Limirnir í stýrinum eru Doris Hansen, Bartal Kass, Jóhan Samuelsen, Christian Johannesen og Jóna Olsen. Stýrið skipar seg sjálvt, og stýrislimirnir verða valdir fyri eitt 4 ára skeið.
Stýrið hevur ábyrgdina av at umsita ognirnar hjá Alv og av, at virksemið hjá Alv fíggjarliga verður fyriskipað so væl sum gjørligt.
Endamálið við Alv er at hjálpa arbeiðstarnaðum aftur til arbeiðis. Hetta kann gerast við arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling.