Kollafjørður: Tey ungu í bygdini fara í næstum at fáa eitt gott stað at savnast í.
Tórshavnar Kommuna, sum Kollafjørður er partur av, hevur nevniliga í hyggju at gera ávísar broytingar í ítróttarhøllini í bygdini.
Ætlanin er at innrætta loftið í høllini til frama fyri bygdina, sum tikið verður til. Onnur sum fáa gagn av hesi innrætting eru ítróttarfelagið í bygdini KÍF ungdómurin og trivnaðurin í bygdini.
Levi Mørk, sum er býráðslimur í Havn upplýsir, at tríggjar milliónir krónur eru játtaðar til hetta í ár.
- Vit eru lidnir við fyrireikingina til hetta. Nú vantar bara at arbeiðið verður sett í gongd, sigur hann.