Tá føroyska fótbóltslandsliðið fer á vøllin í Beograd, verður talan um fyrsta landsdystin, síðani FK Crvena Zvezda Stadium er høvuðsumvælt. Talan er um ein av størstu leikvøllunum í Europa, og í mannamunni ber leikvøllurin heitið, Marakana, eftir heimsins størsta stadion, sum er Maracana í Brasil. Samlaði kostnaðurin av umvælingini, sum júst er liðug, er um tvær milliónir evrur.