Enska felagið Liverpool hevur fingið grønt ljós myndugleikunum til at fara undir at byggja sær ein nýggjan leikvøll at spæla. Anfield Road, sum núverandi leikvøllurin hjá Liverpool, er ikki tíðarhóskandi longur, og tí er ætlanin at byggja nýtt stadion. Hetta stadion skal taka 60.000 áskoðarar, og tað fer at kosta hálva aðru milliard krónur. Tað skal standa liðugt í 2007.