info
Ongi úrslit

Nýtt staklag hjá Gretu spælt yvir 100.000 ferðir

Sangarinnan Greta Svabo Bech hevur júst givið nýtt staklag út. Hoyr tað her

info
Pætur Hjalmar Evensson
4. februar 2019 kl. 08:46
Greta Svabo Bech byrjar 2019 við fyrstu stakfløguni All My Bones av komandi “Bones” EP’ini. Tað myrka leitandi spælið í tí elektrónisku ljóðverðini í sanginum er væl egnað sum mótspæl til ta ljósu røddina hjá Gretu. Staklagið kom út 1. februar, og tekst-videolagið, sum fylgir við, varð deilt dagin eftir, og hevur um vikuskiftið longu verið sæð yvir 100.000 ferðir.  Tekst-videolagið og myndirnar, sum fylgja við útgávuni, byggja á tær serligu infrareyðu føroysku nattúrumyndirnar, sum Greta hevur tikið. Hesin mátin at avmynda umhvørvið uppá fangar júst tað rúmið, sum gevur íblástur til ljóðmyndina. Greta greiðir soleiðis frá: - Infrareyð myndatøka er ikki vanlig at síggja av føroysku nattúruni, men hetta slagið av myndatøku lýsir mína tónleikaverð betur enn eg fyrr havi verið før fyri og ímyndar Føroyar sum eina dreymaverð. Tað gevur eina eyka dimensión til mítt umhvørvi - eina skuggaverð sum ikki sæst í fyrstu syftu. All My Bones er tann fyrsta stakfløgan av EP’ini við 4 løgum, sum kemur út tíðlja í 2019. Løgini eru: 1. All My Bones 
2. Before You Go 
3. Numb
4. Hear the Melody

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

Í gjár kl. 07:59

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

14,2 milliardir útgoldnar í lønum – vøksturin 6,3 prosent

0 minuttir síðan
Tíðindi

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

19 minuttir síðan
Tíðindi

Barnaverndartænasta opið hús

39 minuttir síðan
Tíðindi

Norröna sparir upp í 26 tons av CO₂ um vikuna við landstreymi í Íslandi

52 minuttir síðan
Tíðindi

Búskaparráðið leggur fram frágreiðing um fíggjarpolitiskt haldføri

1 tími síðan
Tíðindi

Vil styrkja sambondini við Brasil

1 tími síðan
Tíðindi

Fleiri enn 100.000 fólk í Japan eru 100 ár og eldri

1 tími síðan
Tíðindi

Møguligt herverk steðgaði tokum

2 tímar síðan
Tíðindi

Seinasta ferðin hjá sluppini Verdandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Marglætisskip við 746 ferða­fólk­um á Havnini

2 tímar síðan
Tíðindi

Mette Frederiksen: Russisk skjóting kemur tíverri ikki óvart á

4 tímar síðan
Tíðindi

Ein tikin fyri at koyra við kenning

4 tímar síðan