Jens Petur Jensen er nývaldur í nevndini Starvsfólkini hjá Posta hava valt síni tvey starvsfólkaumboð í partafelagsnevndina.
Hesi seinastu árini hava Korintha Jarnfoss og Áslak Tausen sitið sum starvsfólkaumboð í partafelagsnevndini.
Á hesum valinum fall Korintha Jarnfoss. Í hennara stað var valdur Jens Peter Jensen úr Havn, sum tey seinastu árini hevur verið høvuðsálitisfólka-umboð á Posta. Jens Peter Jensen gjørdist fyrstvaldur við 111 atkvøðum. Áslak Tausen fekk 65 atkvøður, Eyðun M. Leo fekk 52 atkvøður, meðan Korintha Jarnfoss fekk 48 atkvøður. Fyrsti tiltakslimur gjørdist Heidi Biskopstø, sum var tann seinasta forkvinnan í Føroya Postfelag, sum fór í søguna tann 5. oktober í 2007.
Umframt Jens Peter Jensen og Áslak Tausen sita Brynhild Setberg, Peter S. Holm og Thomas Hanus Dam í nevndini hjá Posta.