Arbeiðið at fyrireika byggingina av einum nýggjum strandfaraskipi til surðuroyarsiglingina gongur sína gongd.
Og nú eru fyrireikingarnar komnar so langt, at arbeiðið at projektera tann nýggja Smyrilin, verður boðið út longu í summar.
Magnus Magnussen, tekniskur stjóri á Strandferðsluni, sigur, at arbeiðið er nú so mikið langt, at ætlanin er at bjóða arbeiðið at projektera skipið út longu nú, áðrenn summarfrítíðin byrjar av álvara.
Hann sigur, at projektið skuldi kunnað verið inni aftur í september, oktober.
? Tá hava vit okkurt ítøkiligt at taka støðu til. Men so skal arbeiðið at byggja skipið bjóðast út.
Magnus Magnussen sigur, at tað er avgjørt sannlíkt, at tað skuldi borið til at byrja at byggja sjálvt skipið einaferð næsta summar.
? Hvussu leingi tað tekur at byggja eitt slíkt skip, veldst alt um, hvar skipið verður bygt og, hvussu stóra arbeiðsorku skipasmiðjan hevur.
?Men gongur heilt væl, hava vit eitt nýtt Suðuroyarskip seint í 2002. Men í øllum førum skuldi skipið verið liðugt einaferð í 2003
Skal sigla 21 míl
Tann nýggi Smyril verður eitt stórt framstig á nógvum økjum, afturímóti honum, sum er.
Hann verður bygdur eftir teimum krøvum, sum Strandferðslan hevur sett upp í tí stóra heftinum, sum varð gjørt um skipið í fjør, og sum varð lagt fyri suðuroyingar á almennum fundi seinasta heyst
Tó eru onkrar ábøtur gjørdar afturat. Eitt nú var upprunaliga ætlanin, at nýggi Smyril skuldi sigla 18 míl. Men tað er nú broytt, so at hann skal sigla 21 míl.
? Tað gevur eina siglingstíð ímillum Suðuroynna og Havnina uppá hálvan annan tíma, ella fimm minuttir útyir tað.
Annars verður ferðafólkatalið áleið tað sama, sum við hesum Smyrlinum.
Tvs, at nýggi Smyril fer at taka 800 ferðafólk um summarið og 500 um veturin.
Men umstøðurnar hjá ferðafólki verða munandi betri, enn tær eru nú.
?Luftskiftið verður betri og gongubreyt verður niðri á biladekkinum.
? Fult útgjørt sjúkrakamar verður umborð, eins og eitt kamar verður á biladekkinum til líkkistur.
Ferðafólkarúm, wc, gongir og lyftir fara at lúka øll krøv, spælipláss verður umborð til børn, hóskandi ferðafólkarúm, wc, gongdir og lyftir verða gjørd til rørslutarnað.
Og umborð verður eisini eitt fundar- og arbeiðshøli til 20-25 fólk, umframt at nøkur arbeiðskømur verða útgjørd við ymsari útgerð, eitt nú stikki til teldu.
Sostatt fer tað bæði at bera til hjá bólkum at hava fundir umborð, meðan siglt verður, og tað fer at bera til hjá fólki at arbeiða einsamøll í friði og náðum inni á einum kamari.
T.d. kann hugsast, at skúlaungdómur fer at brúka hetta høvi at gera fyrireika seg til skúlan.
Annars verða 100 kømur í nýggja Smyrli.
Ikki minst verður tað niðri á biladekkinum, at stór framstig verða.
Nýggi Smyril fer at taka um 200 bilar afturímóti teimum 110 bilunum, sum hesin Smyril tekur.
Hann verður einar 20 metrar breiður, tað er næstan fýra metrar breiðari enn Smyril sum er.
Biladekkið og portrið verður bæði breiðari og hægri enn á hesum Smyrlinum, og ferðafólk og bilar
skulu verða heilt hvør fyri seg.
Eitt stórt framstig fyri bæði bilar og ferðafólk, verður, at gongubreytir verða gjørdar niðri á biladekkinum so at fólk sleppa frá at ganga inn ímillum bilarnar, tá ið farið verður í land, ella komið verður umborð.
Nýggi Smyril verður um 100 metrar langur.
Tað er ein sera hóskandi stødd, sum gevur møguleikar fyri bíligum rakstri.ngurólvi undan fyrsta FM róðrinum, men ta ferðina kiksaðu havnargenturnar.
Í kappingini millum 6-mannafør við monnum verður talan um innahýsis kapping í Sundalagnum. Hvessingur vann í Klaksvík, men hann fekk sera stóra mótstøðu frá Hósvíkingi, og eisini kollfirðingur vísti, at hann var væl við. Hesir tríggir bátarnir fara at liggja í miðjuni, tá startskotið í dag gongur av.
Vágagentur vóru nógv tær stinnastu í Klaksvík. Aftur í dag luttaka seytjan gentubátar. Frúgvin úr Miðvági liggur í miðjuni. Undir aðrar liðini fer hon at hava Beintu úr Miðvági, og undir hinari liðini fer Ørnin úr Sandavági at liggja.
Nýggja Tjaldrið vann sera sannførandi dreingjaróðurin í Klaksvík. Sum vit nevndu omanfyri, so hava onkrir av manningini verið eitt sindur sjúkir í hesi vikuni, men teir vera ivaleyst stinnir í dag, tá teir fara at gera eina nýggja roynd at verja heiðurin hjá róðrarfelagnum NSÍ. Størstu kappingina fara teir at fáa frá FM vinnaranum frá í gjør, Havfrúnni úr Vestmanna, og á Norðoyarstevnu vísti Kollur úr Kollafirði, at teir ætla sær at verða uppií, har tað gongur fyri seg.
Startdómarar í dag eru Kristian Martin Joensen og Martin Berg meðan Trúgvi Johansen er høvuðsdómari.