Norska Dagbladet skrivar nú, at ein gjøgnumgongd av tíðarskemanum vísir, at Anders Behring Breivik skjeyt tey 85 ungu á Utøya eftir einum tíma, og ikki sum áður upplýst hálvan annan tíma.
Sambært Sissel Hammer, politiovasta í Norðrara Buskerud løgregluøki er tíðarskemaið soleiðis:
17.27: Boð koma um skot á Utøya til Norðrara Buskerud løgregluøki
17.30: Operatiónsmiðstøðin í Oslo løgregluøki fær boð um skot á Utøya
17.38: Oslo løgregluøki fær umbøn um hjálp frá Buskerud løgregluøki
17.52: Fyrsta løgreglupatruljan kemur til økið men má bíða eftir skikkaðum báti
18.03: Boð um, at bátur er á veg
18.09: Servanda deildin hjá Oslo løgregluøki kemur á staðið
18.25: Servanda deildin fer á land í Utøya
18.27: Drápsmaðurin verður handtikin
Sissel Hammer sigur við Dagbladet, at hon skilir, at fólk halda tað vera langa tíð at bíða, men vísir á, at tað tekur tíð at savna mannskapið, fáa tað í verndarbúnar og vápnað, og so skal tað eisini náa at koma fram.
Manningini, sum hevur verið nærmast hendingini, er álagt at gjøgnumganga eina debriefing.