Nýtt Teitur sjónbandalag á netinum

Teitur hevur gjørt sjónbandalag til ófrættakenda lagið Hitchiker, eitt sjónbandalag, ið umboðsmaðurin Christian kallaði ótrúliga gott, nú ber til at síggja lagið á alnetinum.

Teitur hevur lagt sjónbandalagið á myspace síðu sína www.myspace.com/teitur, sjónbandalagið, har Teitur koyrir í bili við einum tumlara í USA, er frálíkt og gevur eitt sindur betri svar uppá søguna um tumlaran, enn sjálvur sangurin ger.

 

Higartil er bert tann eina stakfløgan Louis Louis komin út, men ætlanin er at geva Boys She Can Sing og Hitchiker út sum stakfløgur, segði umboðsmaðurin hjá Teiti, Christian Ulf-Hansen við Sosialin fyrr í vikuni.