Goodyear kom á marknaðin við tí fyrsta Eagle F1 dekkinum í 1996. Hetta dekkið varð kent fyri tað serliga mynstrið, sum gjørdist fyrimyndin hjá øðrum dekkframleiðarum ? og sum fyrimynd serliga fyri sportdekkini.
Nú er Goodyear komið við næsta ættarliðnum í F1 røðini.
Tað eru ikki øll, sum geva sær far um dekkini, ið sita undir bilinum. Nógv síggja tey bara sum okkurt svart og runt, sum bara skal vera har. Men tey hava altso størri týdning enn so ? og tað er rættuliga umráðandi fyri koyritrygdina, at dekkini eru so góð sum gjørligt.
Men framleiðararnir av nýggja dekkinum hava eisini eina aðra filosofi, og teir hava gjørt dekkið m. a. við tí fyri eyga, at dekkið eisini »skal síggja gott út«, og tað var tí, at dekkið tók kappingarneytarnir á bóli í 1996.
Roynt dekkið á Jyllandsringinum
Sosialurin var við á Jyllandsringinum í Silkeborg í Danmark, tá Goodyear dekkumboð í øllum ríkinum sluppu at royna nýggja dekkið ? við fullum útblástri á kendu royndarbreytini hjá FDM.
Umframt at koyra við nógvari ferð, fingu vit eisini høvi at royna, hvussu gott vegtak, dekkið hevur, tá vit við nógvari ferð skuldu stýra millum forðingar.
Í fystu syftu hevur tú hug at halda á bremsuni, men so hvørt, sum álitið á vegtakið veksur, torir tú at lata speedara og róðrið klára paragraffirnar. Bara við at snara róðrinum, tá tú skalt ? og stóla fult og heilt upp á dekkini, so fært tú roynt vegtakið fult og heilt til ytsta mark.
Nú er at siga, at talan ikki var um nakra testkoyring, men hetta var ein einvís framsýning hjá Goodyear, og tí ber ikki til at bera dekkið saman við nøkrum øðrum dekki, men kortini fekst ein góð fatan av, hvussu ómetaligan týdning eitt gott vegtak hevur ? hvussu góð friktiónin er.
Góða umtalu í bilbløðum
Men í bilbløðum ber til at lesa um umfatandi testkoyringinar, sum nógvir biljournalistar vóru til í Fraklandi fyrr í ár. Har fekk dekkið sera góða umrøðu. Í Bilmagasinet skrivaði Kurt Ellegaard, at nýggja F1 dekkið var betrað m. a. á hesum økjum:
? Styttri bremsutíð á vátum veg
? Betri vegtak á regnvátum veg í slalomkoyring
? Betri stýrieginleikar á turrum asfalti
Størri kontaktflatu
Fulla navnið hjá nýggja dekkinum er Eagle F1 GS-D3. Tað líkist nógv tí fyrra dekkinum, F1 GS-D2 í fyrstu syftu, men kortini eru broytingar í mynstrinum.
V-mynstrið er vorðið longri og smalari og byrjar í miðjuni. Hetta hevur víst seg at geva serliga góðar eginleikar á vátum veg. Dekkið hevur eisini størri kontaktflatu undir øllum koyriumstøðum enn fyrra dekkið vegna uppbyggingina, sum verður nevnd OneTred-tøkni, og serliga fína mynstrið er samstundis vorðið viðvirkandi til, at óljóðstøðið er minkað. Luftin verður lættari trýst út úr mynstrinum enn í fyrra dekkinum. Um samtrýsta luftin ikki nátúrliga sleppur burt, verður meira óljóð.
Vunnið 368 Formel 1 kappingar
Tað er ikki av ongum, at Goodyear hevur valt at kalla nýggja dekkið F1. Goodyear hevur vunnið flest Formel 1 kappingar í søguni, 368 í tali í tey 34 árini, Goodyear hevur luttikið, eins og 25 HM heiti og 26 konstruktørmeistaraheiti. Og nýggja dekkið hevur ikki heilt einki við Formel dekkini at gera: Tað líkist í uppbygging og evnavali teimum konstruktiónum, sum Goodyear nýtir í Racing-deildini ? ella við royndum frá Formel 1 bananum. Júst hvør tann blandingurin er, upplýsir Goodyear ikki fjølmiðlum og tíðansheldur kappingarneytum.
Tað eru kortini ikki bara fólk við fínum sportbilum, sum leggja dent á at hava røttu og smartastu dekkini. Sambært hagtølum var sølan av dekkum í F1 bólkinum 7,45 milliónir dekk í 1997 í Evropa. ? árið eftir, at F1 kom á marknaðin. Næsta ár verður væntað, at sølan fer at liggja um 18 millónir dekk í sama dekkbólki. Altso samlaða sølan av øllum dekkmerkjunum, vísa marknaðarkanningar, sum Goodyear hevur latið gjørt.