Tað var rættuliga skjótt, at konseptið hjá FC Suðuroy varð oyðilagt í Klaksvík í gjár, og so snúði tað seg meiri um at avmarka tapið, tí heimaliðið í 1. hálvleiki fór so langt framum.
Tá ið teir fóru at hvíla seg, vóru tað ábendingar um, at KÍ skuldi vinna orduliga stóran sigur, men soleiðis tørnaði tað ikki út. KÍ megnaði ikki at skora fleiri mál enn tey fimm, sum undan steðginum vóru sett á kontu, og í næstsíðsta minutti eydnaðist tað Jón Krosslá Poulsen, sum hesa ferð var sentralur miðvallari, at senda fríspark beinleiðis í KÍ málið, og harvið varð úrslitið 5-1.
Sigurin var tann størsti hjá KÍ síðani í fyrsta umfari í fjør, tá ið klaksvíkingar á útivølli – á Argjum – vunnu 6-0 á B71. Úrslitið í gjár ber við sær, at málmunurin hjá KÍ nú er positivur +3.
FC Suðuroy er framvegis partur av steypakappingini. 1-0 tapið á útivølli mikukvøldið imóti Víkingi í fyrru hálvfinaluni ber við sær, at suðuroyingarnir hava møguleika í næstu viku at spæla seg í steypafinaluna. Kanska órógvar hesin veruleikin fokus í landskappingini.
Ungu menninir í fokus
Heðin Klakstein var hesa ferð nýggjur á KÍ miðvøllinum, og hann setti beinanvegin hol á, eftir at Hjalgrím Elttør hevði spælt hann leysan mitt fyri málinum.
Heðin Klakstein er ein av ungu monnunum, sum hevur stórt hugflog, dugir væl at krúlla mótstøðumenninar av, og hann hevur evni at seta ferð á samanspælið. Tá ið TB vitjaði í Klaksvík og megnaði málleysan javnleik, var stóri trupulleikin hjá KÍ, at liðið ikki megnaði skjótt samanspæl og skjótar flytingar.
Tað gekk betri við hesum ígjár, og tað var 1-0 málskjúttin ein av orsøkunum til. Liðformaðurin Hjalgrím Elttør var arbeiðssamur á miðvøllinum, og hann átti lut í fleiri av málunum. Men tað vóru lutfalsliga nýggir menn á besta liðnum, sum hesa ferð syrgdu fyri málunum, og í fleiri av førunum var tað eftir deyðbóltsstøður.
Sasa Kolman, sum hevur verið álit, var ikki í miðverjuni hjá FC Suðuroy, har Suni úr Hørg var undir liðini á óføra Heina Vatnsdal. Tað tóktist sum um, at tað bilaði við avtalunum í sambandi við deyðbóltar. KÍ miðverjin Jógvan Isaksen gjørdi sær dælt av hesum, tá ið hann eftir hornasparksinnlegg tvær ferðir var málskjútti, og Henry Heinesen var meistari fyri einum máli, sum hevði sín uppruna í deyðbóltsstøðu.
Álvur F. Chrisitansen vísti ofta í fjør, tá ið hann var meiri framrættaður, enn hann hevur verið tað higartil í ár, at hann hevði máltev. Hesa ferð var hann vongverji í høgru. At hann kom á málskjúttaralistan komst av, at Hjalgrím Elttør sera snilt spældi hann leysan innanfyri verjuna hjá FC Suðuroy.
Nú er møguleikin á heimavølli
Klaksvíkingar megnaðu ikki at varðveita ferðina og fokus í 2. hálvleiki. FC Suðuroy var betri við enn í 1. hálvleiki, tá ið gestirnir høvdu millum lítið og einki høvdu at bjóða uppá, og tað eydnaðist teimum at pynta um úrslitið.
Higartil hevur FC Suðuroy ikki vunnið fulla úrtøku. Nú eru fýra heimadystir á skránni. Í landskappingini fara ÍF, NSÍ og Víkingur at vitja á Vágseiði, og víkingarnir skulu eisini vitja í steypakappingini.
Um FC Suðuroy skal hava møguleika at varðveita sessin í bestu deildini, so er tað ein treyt, at stig og sigrar skjótt verða vunnir, og tá kann høvið ikki verða betri enn á heimavølli.
Sigurin hesa ferð var tann triði á rað hjá KÍ. Í fyrstu atløgu eiga klaksvíkingar at fegnast um, at teir nú eru átta stig omanfyri niðurflytingarstrikuna, og so eigur tað ikki at vera minni hugaligt at fegnast um, at nýggja ættarliðið vísir sjálvsálit og tekur málskjótingina á seg!