Nýtt ættarlið skal standa royndina

Fleiri av eldru leikarunum hjá bestu kvinnunum í Vestmanna eru givnar síðstu árini, og tí vera tað fleiri av ungu leikarunum í felagnum, sum skulu taka yvir, nú VÍF aftur er at finna í bestu deildini. Liðskiparin, Nikolina Eyðbjørnsdóttir, sigur, at liðið tó als ikki ætlar sær at liggja í niðurflytingarbólkinum

HONDBÓLTUR

 

Eitt nýtt lið er at finna í Sunset-kappingini hjá kvinnum í mun til síðsta kappingarár. Talan er um kvinurnar í Vestmanna, sum nú aftur eru at finna í bestu deildini. Seinastu árini hava tær livað eina tilvera í næstbestu deildini, men góðu úrslitini síðsta kappingarár syrgdu fyri, at tær nú aftur eru at finna í bestu deildini.

VÍF er eitt av teimum kvinnuliðunum í landinum, sum hevur roynt at vunnið meistaraheitið nakrar ferðir áður. Í gjøgnum tíðirnar er tað blivið til fimm meistaraheiti, og tey bæði seinasta blivu vunnin so seint sum í 2001 og 2002. Síðani tá hava úrslitini tó ikki verið av teimum bestu, men fleiri av leikarunum, sum í dag teljast í millum royndu leikararnar á liðnum hjá VÍF, vóru eisini við í 2002, tá seinasta meistaraheitið bleiv vunnið.

Tað verður neyvan nakað meistaraheitið í ár hjá ungu kvinnunum í Vestmanna, men tað er als ikki óhugsandi, at VÍF kann fara at leypa hvøkk á okkurt av teimum sokallaðu stóru feløgunum. Sosialurin hevur tikið eitt prát við liðskiparan hjá VÍF, Nikolinu Eyðbjørnsdóttir, nú tað bert er ein knøpp vika til kappingin byrjar.

 

Eru væl fyri

Sjálvt um VÍF er nýggja liðið í bestu kvinnudeildini í hondbólti her á landi, so metir liðskiparin, Nikolinu Eyðbjørnsdóttir, at liðið er rættiliga væl fyri til kappingarárið, sum liggur fyri framman.

- Ja, eg haldi, at vit eru rættiliga væl fyri. Vit hava vant bæði nógv og hart, síðani vit byrjaðu fyrr í summar, og eg haldi eisini, at hópurin hjá okkum er rættiliga breiður, sigur Nikolinu.

Annars tykist VÍF at hava á leið sama lið, sum megnaði at flyta upp síðsta kappingarár. Tað eru tó onkrar smávegis broytingar, og serliga á málmanspostinum hevur VÍF fingið góðan styrk til hetta kappingarárið. Tomma Petersen, sum hevur verið búsitandi í Danmark, er nú komin heim aftur, og hon fer tí at verja málið hjá teimum gulu úr Vestmanna komandi árið.

Tað er tó enn ivi um onkran leikara, sigur Nikolina.

- Tað er sjálvandi gott at hava fingið Tommu heim, tí hon er ein av heilt sterku málmonnunum í landinum. Eg haldi annars, at hópurin verður á leið tann sami sum í fjør, men enn er tó ikki greitt, um Sóleyð Mikkelsen fer at spæla í ár, sigur Nikolina Eyðbjørnsdóttir.

 

Ætla ikki at liggja í botninum

Hóast onkrir av leikarunum í VÍF hava spælt á hægsta stigi í fleiri ár, so er talan tó um eitt rættiliga nýtt lið, har allar størsti parturin av leikarunum ongantíð hevur roynt seg í bestu deildini. Hetta tykist tó ikki nerva vónirnar hjá liðskiparanum tað stóra.

- Eg fari ikki at geva nakað beinleiðis boð um, hvar vit fara at enda í ár, men vit ætla okkum í øllum førum ikki at liggja í niðurflytingarbólkinum, tá grundspælið er av. Vit hava verið fyri einum ættarliðsskifti, og tí kann tað sjálvandi til tíðir gerast trupult hjá okkum, men eg haldi heilt víst, at hetta verður eitt sera gott lið um fá ár, sigur liðskiparin hjá VÍF.

Hon sigur seg annars vænta, at Stjørnan og Neistin vera tey bæði liðini, sum vera harðast at steðga.

- Vit kunnu fyrst og fremst vænta at koma at kappast við StÍF, Kyndil og kanska VB, meðan tað helst vera Stjørnan og Neistin, sum fara at kappast í oddinum. Vit fara tó inn á vøllin fyri at vinna hvønn dyst – eisini dystirnar ímóti Stjørnuni og Neistanum – og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað fer at røkka hjá okkum, staðfestir Nikolina.

 

Ein góður blandingur

Nikolina var slett ikki í iva, tá vit spurdu hana, hvør styrkin var hjá VÍF-liðnum.

- Eg haldi, at vit hava ein góðan blanding á liðnum ímillum yngri leikarar og meir rutineraðar leikarar, og hetta er ein stór styrki. Harafturat hava vit ein breiðan hóp, og viljin hjá okkum hevur altíð verið góður, so hesin skal nokk hjálpa okkum væl á veg.

Hon legði tó afturat, at ein av veikleikunum kundi vera, at fleiri av leikarunum ikki høvdu so nógva rutinu.

- Vit hava nógvar ungar leikarar á liðnum, og tað kann sjálvandi gerast trupult hjá hesum í trýstum støðum. Rutinan er heldur ikki tann størsta, men vit ætla í øllum førum at arbeiða art fyri at fáa eitt gott úrslit, sigur Nikolina Eyðbjørsdóttir at enda.

Tað er sjálvandi ilt at meta um, hvussu fer at gangast hjá nýggja liðnum í bestu kvinnudeildini, men við leikarum sum Ioanu Rapa, Nikolinu Eyðbjørnsdóttir, Fríðu Marjunardóttir og Tommu Petersen á liðnum hevur liðið undir øllum umstøðum fleiri leikarar, sum kunnu taka ábyrgd, tá liðið hevur brúk fyri tí.