Nýtt undirhús í Gøtu

Leygardagin 19. november var móttøka í nýggja undirhúsinum "Undirhús Torvalds Kaffi" í Norðragøtu, sum er uppkallað eftir Torvaldi Joensen, sum áður skipaði fyri hugnaligum kaffiløtum í flakavirkinum Harenga

Nýtt undirhús var tikið í nýtslu í Norðragøtu seinasta leygardag. Talan er um "Undirhús Torvalds Kaffi", sum tilhaldsstaðið nevnist. Navnið kemur av at ta tíðina gøtumaðurin Torvald Joensen arbeiddi á flakavirkinum Harenga, skipaði hann so fyri, at menn hvønn sunnumorgun kundu koma at at fáa sær ein kaffimunn. Hetta tiltakið varð rópt Torvalds Kafé. Tað var eisini Torvald, sum avdúkaði navnið á nýggja undirhúsinum.

Undir móttøkuni beyð ein av stigtakarunum, Martin Juul Jarnskor, øllum at vera vælkomin í hugnaligu hølini. Onnur sum hildu røðu vóru borgarstjórin í Gøtu, Páll Isholm, og Oli Jacobsen, sum eisini handaði eina gávu til undirhúsið frá Føroya Fiskimannafelag.

"Undirhús Torvalds Kaffi" er eitt hugnaligt stað niðri á bryggjuni í Norðragøtu við nýístandsettum hølum við t.d. gomlum myndum av ymiskum, sum hevur gingið fyri seg í Gøtu gjøgnum tíðirnar.