Kommunutíðindi
Miðvági:
Samkomuhúsið Salem hjá Bøðrasamkomuni í Miðvági skal ætlandi byggjast um og nýtast til ungdómshús í bygdini.
Miðvágs Kommuna hevur keypt Salem frá Brøðrasamkomuni, og er ætlanin, at húsið skal hýsa teimum tiltøkum, sum fyrr hava verið i Gamla skúla og ivaleyst onkrum afturat, nú plássið gerst nógv betri, siga tey í Miðvági. Gamli skúli í Miðvági hevur verið nýttur til ymisk frítíðarítriv, men er nú umbygdur og verður nýttur til barnaansing burturav. Tí hevur verið neyðugt at hýst øðrum tiltøkum so sum telving, skótum og øðrum aðrastaðni.
At kommunan nú hevur keypt Salem fer ivaleyst at koma teimum, sum hava við slíkt frítíðarvirksemi at gera, væl við.
Eitt nú talvefelagnum, sum hevur hildið til í Arbeiðsmannafelagshúsinum í seinastuni. Har er virksemið so stórt, at plássið hevur verið ov lítið, siga tey í Miðvági.
Eisini hevur Undirhúsið onkuntíð hildið til í Gamla skúla, men er nú í MB húsinum, har tað letur til at tey trívast væl. Um Undirhúsið so eisini møguliga fer at flyta i Salem, fer tíðin at vísa, verður sagt.
Tað krevjast tó umfatandi umvælingar, áðrenn Salem kann brúkast til Ungdómshús, tí húsini eru ikki í serliga góðum standi.
Takið og vindeyguni skulu skiftast, eins og neyðugt verður at bjálva allan bygningin. Innan er húsið ein stórur salur, og ivaleyst verður neyðugt at leggja loft í, soleiðis at fleiri rúm fáast til tað ymiska virksemið, sum væntast kann í einum ungdómshúsum, har ymisk áhugamál húsast.
Parkeringsviðurskiftini eru í lagi, siga tey í Miðvági. Eini seks - sjey parkeringspláss hoyra beinleiðis til húsið. Umframt er Miðvágs Kommuna sera væl fyri við parkeringsplássum fram við høvuðsvegnum gjøgnum bygdina. Og eisini nær Salem eru rættiliga nógv parkeringspláss.