? Sjálvandi taka vit eitt vist ?hensyn? til føroyskar skipasmiðjur.
Nú verða tað væntandi ikki nógvir dagar, til Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fer at taka avgerð um, hvat tað nýggja vaktarskipið skal byggjast.
Hann væntar at fáa eitt tilmæli frá umsitingini ein av fyrstu døgunum, og verður avgerðin tikin.
Tríggjar skipasmiðjur eru uppá tal, ein kinesisk, ein norsk og so tær báðar føroysku, sum hava givið tilboð í felag, tann í Havn og tann á Skála.
Seinastu tíðina hevur umsitingin í fiskimálastýrinum samráðst við tær tríggjar skipasmiðjurnar og hevur kannað umstøðurnar annars.
Og fiskimálaráðharrin væntar sær eitt tilmæli á borðið fyrsta dagin, og so verður avgerðin tikin.
Men Jørgen Niclasen sigur, at sjálvandi hevði tað verið best, um vit kundu bygt skipið í Føroyum.
Men tað skal sjálvandi verða innanfyri ímiligt mark.
? Tí fara vit at taka eitt ?ávíst? hensyn til tær føroysku skipasmiðjurnar.
? Sjálvandi verður tað viga uppímóti hvørjum øðrum, at talan er um eitt stórt arbeiðið, sum skapar nógv arbeiðspláss og so prísurin og øll onnur viðurskifti, sigur hann
33 milliónir
Landsstýrið hevur 17 milliónir at byggja nýtt vaktarskip fyri í ár.
Men harafturat hevur landsstýrið biðið um eina eykajáttan uppá 16 milliónir í ár.
Tað málið er í fíggjarnevndini. Verður tað játtað, eru 33 milliónir tøkar til nýtt vaktarskip í ár.
Ætlanin er at skriva undir sáttmálan í ár. Og tað er upplýst í tinginum, at skipið verður eitt sindur bíligari, um einar 30 milliónir verða útgoldnar í sambandi við sjálva undirskrivingina.