Nýtt valskeið, nýggir kustar og nógv lyfti!

Jákup av Skarði
-----
Frá 1. januar 2013 til 31. des. 2017, hava nýggja staðbundna nevndin og býráðið í Tórshavnar kommunu møguleika at bera fram gyltu vallyftini, ið floymdu miðlarnar í heyst. Tað er eingin møguleiki at fáa alt fram, ið lovað var, men eg hugsi mær, at vallyftini kunnu verða í huga, tá ið raðfestingar verða settar.
Realistiskar ætlanir fyri Nólsoynna kunnu vera, at kommunan bjóðar nývaldum hagastýri á fund fyrst í komandi ári at fáa vetrarfriðingina í lag. Harafturat er no-break annleggið til vatnreinsan skjótt at seta upp, so okkum er tryggjað vatn, tó at streymurin fer. Her er talan um tiltøk, ið ikki kosta nógvan pening, men mál, ið eiga at verða førd út í verk nú!
Fíggjarlógin fyri 2013 er komin somikið áleiðis, at ymsar íløgur mugu bíða til næstu fíggjarlóg. Lat okkum tí minna ný- og afturvaldu á týdningin, útjaðarin hevur fyri høvuðstaðin. Hugsi, at vit fáa mest burturúr, um vit stuðla staðbundu nevndini, við uppskotum til mál at taka upp, og við at møta fjølment á fundum tey skipa.
Eg hugsi mær, at fíggjarkarmarnir fyri 2014 eiga at umfata: Læknaviðtalu, skúla- og bygdarbókasavn, tyrlupall, ruskíløt, vatn á Malarenda og at feiðibilurin ger eitt rend út til Nólsoyar hvønn mánað. Nú tríggir kommunulæknar eru settir í starv pr. 1. nov. eigur at verða tikið upp aftur við kommunulæknafelagið, at fáa læknaviðtalu í fasta skipan aftur. Hølini í Tilhaldinum eru góð og vit eiga at bjóða nólsoyingum møguleikan at fáa læknaprát í oynni.
Hyggja vit longri fram, vóni eg, at vit í 2015 fáa, sambýli, bátadrátt, gøtu norðanfyri og gøtu út á Borðuna. Sambýli og bátadrátt hava vit hoyrt um í farnu býráðs-samgongu, men enn er einki hent. Talan er um at raðfesta peningin, og tí meti eg tað realistiskt at hetta hendir í 2015.
Valstríð fer sjálvsagt at seta sítt merki á 2016, men vit eiga allíkavæl at kunnu fáa: Heilsuhøll og eina ítøkiliga útstykking. Heilsuhøllin hevði verið betri minnið um Ova Joensen, sála, tí við henni kundu vit fingið eina høll, ið kommunan hevur ráð at byggja og reka. Ferðasambandið til Havnar er so nógv batna, at vit hava góðar møguleikar at svimja í Havn.
Útstykkingin rokni eg við fyllir nógv millum ný- og afturvaldu politikkarnar. Hetta var partur í valstríðnum og er ein háttur at fáa borgarar at støðast, samstundis sum nýggir borgarar fáa møguleika at flyta til høvuðstaðar-kommununa. Vónandi fáa vit í Nólsoy eina royndar-útstykking, har kommunan tillagar umstøðurnar soleiðis at talan verður um íbúðir ella smærri bústaðir, at selja ella leiga borgarum fyri bíligan pening. Skipað eina verkætlan í Nólsoy, so kann hon tillagast í øðrum økjum - og í býnum!
Eg ynski staðbundnu nevndini og býráðnum hepna hond.

www.tjodveldi.fo/politikarar/bloggar.aspx