Nýtt verkfall spøkir

Álitisfólkini í Føroya Pedagogfelag eru kallað til fundar

Eitt nýtt verkfall spøkir á almenna arbeiðsmarknaðinum. Samráðingarnar millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið ganga so mikið illa í løtuni, at fundur verður hósdagin í felagnum, har støðan skal viðgerast. Tað upplýsir Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum.


- Vit eru í ferð við at kalla øll álitisfólkini til ein fund hósdagin at viðgera støðuna. Vit halda ikki, at tað ganga nakrar veruligar samráðingar fyri seg, og tað skulu vit umrøða við okkara fólk, sigur Jógvan Philbrow.


Álitisfólkini verða sostatt kallaði til fundar, tí felagið metir ikki, at tey koma nakran veg við samráðingunum. Spurdur beinleiðis, um støðan er so mikið álvarsom, at eitt verkfall spøkir, svarar formaðurin stutt.


- Ja, man kann siga tað spøkir.

 
Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, hevur fleiri ferðir víst á, at tey meta ikki, at talan er um veruligar samráðingar. Tað er ein kritikkur, ið Jógvan Philbrow tekur undir við.


- Eg vil siga, at samráðingarleisturin er ikki samráðingar. Vit sleppa ikki at samráðast, tí man hevur longu avgjørt hvat innihaldið skal vera, uttan at vit hava havt nakra ávirkan. At sleppa at avgera um eitt komma skal flytast ella umorða eina paragraff, tað er ikki veruligar samráðingar, sigur Jógvan Philbrow, og leggur afturat.


- Starvsmannafelagið hevur gjørt eina avtalu, ið er fín fyri tey. Tað hava tey fullan rætt til. Tað eigur bara ikki at binda millum annað okkum til at skula gera eina avtalu, ið skal vera júst líka. Tí okkara umstøður og okkara viðurskiftir eru øðrvísi enn tey hjá Starvsmannafelagnum. Tað má ein mótpartur fyrihalda seg til.