Fyrrapartin í morgin verður almenn móttøka hjá Dugna, í nýggju hølum teirra á Hjalla. Her fer ein stórur partur av virkseminum hjá Dugna nú at verða framdur.
Men nýggju umstøðurnar lata haraftrat upp eitt heilt annað vindeyga - ein fyltan møguleika hjá føroyskum listarfólkum at sýna verk síni fram.
Í ljósu og rúmligu hølunum á Hjalla ber væl til at hava eina listaframsýning. Og tað er júst tað sum Dugni eisini ætlar í framtíðini.
Lagt verður til brots beinanvegin við fleiri verkum eftir Kára Svensson. Men so verður haraftrat høvið hjá øðrum listafólkum at gera tað sama sum hann.
Tey ið ynskja hetta skulu bert boða teimum í Dugna frá hesum, og síðani verður avtala gjørd um eina slíka framsýning.