Talan er um eitt vinnuligt, talgilt tíðarrit, ið fyribils verður lagt ókeypis út á alnótina.
Í fyrsta vinnublaðnum verður ljós varpað á eitt lokalsamfelag í kreppu. Blaðið hevur tikið pulsin í Klaksvík, nú stórsta arbeiðsplássið í býnum liggur óvirkið.
Eisini er samrøða við kendan vinnulívsmann úr Eysturoynni, umframt onnur viðkomandi føroyskt og útlendsk vinnutíðindi.
Høvuðsrætturin í Vinnublaðnum verða føroyskar vinnulívssøgur, við upplýsandi vitan afturvið, sigur Finnur Sivertsen, búskaparfrøðingur, ið er blaðstjóri á nýggja Vinnublaðnum.