Nýtt virki í Vági til 100 arbeiðspláss

Um tríggjar vikur verður farið til arbeiðis á einum nýggjum laksavirki í Vági, sum Heri Hjelm ger í gamla flakavirkinum, Polarfrost


 

Økismenning


Um tríggjar vikur sleppa eini 100 fólk afturat til arbeiðis í Vági.

Samstundis er tað greitt, at vágbingar loksins fáa gamla ynski sítt uppfylt um, at tað stóra flakavirkið í býnum, Polarfrost, skuldi lata upp aftur.

Tað her Heri Hjelm, sum nú hevur leigað Polarfrost frá Føroya Fiskavirking.

Heri Hjelm hevur tikið samstarv upp um alingina við norsku stórfyritøkuna Pan Fish, og tað eru eisini tey bæði, sum standa aftanfyri nýggja virki í Vági.

? Við Pan Fish hava vit fingið ein sera sterkan samstarvsfelaga, sum bæði hjálpir okkum fíggjarliga og við søluarbeiðnum.

Beint ímóti nógvum øðrum, er Heri Hjelm ikki bangin fyri útlendskum kapitali.

? Um tað eru føroyingar ella norðmenn, sum skumpa undir vinnulívið í Føroyum, dugi eg ikki at síggja nakran mun á.

?Í fyrstu syftu hava vit leigað virki, men vit hava ikki slept ætlanunum um at keypa tað. Vit samráðast við Fiskavirking um at keypa, men enn eru vit ikki komin ásamt um treytirnar. So vil tíðin vísa, hvat kemur burturúr sigur Heri Hjelm.

Men tað verður ikki sum flakvirki, at Polarfrost nú letur uppaftur. Tað er nevniliga eitt laksavirki, sum Pan Fish og Heri Hjelm nú gera á Polarfrost.

Hesa seinastu tíðina hava fólk havt úr at gera við at taka alt innan úr polarfrost og at innrættað tað av nýggjum og at seta maskinur og tól upp.

Annars sigur Heri Hjelm, at virkið er vælegnað til endamálið, tí tað er bara onkur hendinga skilaveggur, sum er fluttur.


Framkomið laksavirki

Laksavirkið, sum Heri Hjelm nú letur upp í Vági er av tí framkomna slagnum.

Á virkinum er ætlanin at slakta laks, at skera hann til flak, at pakka hann í smápakkar og at frysta hann.

Hann sigur, at ætlanin at byrja á nýggja virkinum síðst í hesum mánaðinum, tá ið farið verður at slátra laks har.

Í løtuni arbeiða 120 fólk í fyritøkuni hjá Hera Hjelm og Pan Fish.

Tá ið nýggja virkið letur upp, væntar hann, at brúk verður fyri 100 fólkum afturat.

Fá pláss hava verið so hart rakt av kreppuni, sum Suðuroyar Syðra helvt, men seinastu árini hevur tað gingið støðugt framá.

Og nú er viðhvørt so nógv arbeiðið, at tað hevur verið ført fram, at tað stendur á at fáa arbeiðsfólk í Vági, tá ið tað fellur so, at nógvir bátar eru inni í senn og frystigoymslan eisini tekur ímóti ella avskipar og alt kemur ísenn.

Men Heri Hjelm væntar ikki, at tað verður trupult at fáa arbeiðsmegi til nýggja virkið.

? Um vit fáa fólk ella ikki, veldst í stóran mun um, hvussu støðugt arbeiðið verður. Støðugari tøkan og framleiðslan verður, lættari verður at fáa arbeiðsfólk, tí tað, sum sum fólk mangan leiðist við, er, tá ið arbeiðið er so óstøðugt, at tað bara eru einstakir dagar upp ímillum.

Heri Hjelm sigur, at teir vænta rættiliga støðugt arbeiði á nýggja virkinum.

? Vit hava nógvan fisk at taka og ætlanin er at virka hann so nógv, vit kunnu. Hetta er tí eitt virksemi, sum krevur nógv arbeiði og orkan verður til at virka nógvan laks.

Heri Hjelm sigur, at nýggja laksavirki er ein íløga upp á ímillum 50 og 60 milliónir. Á virkinum er orka til at arbeiða 24 tons á hvørjari vakt.

Hann sigur, at føroyingar hava verið forðaðir í at virka laks, tí er útflutningurin til ES farin upp um eitt vist, skal tollur gjaldast. Tann forðingin er síðani burtur so nú kunnu vit virka sum vit vilja.



MYNDATEKSTUR: MYND AV POLARFROST INNAN



Seinastu tíðina er alt skrætt innanúr stóra flaakvirkinum, Polarfrost í Vági. Men nú verður tað fylt aftur við nýggju maskinum og um tríggjar vikur letur nýtt laksavirki fyri 50-60 milliónir upp í bygninginum. Arbeiði verður til eini 100 fólk og talan verður um rættiliga støðugt arbeiði