Hýruvognsfelagið Samfylking
Hýruvognsvinnan hevur tað ikki ov gott í løtuni, sigur nevndin í hýruvognsfelagnum Samfylking. Limirnir í nevndini halda fyri tað fyrsta, at býraðið hevur givið alt ov nógv hýruvognsloyvir, tí tað eru ov nógvir hýruvognar í mun til ta koyring, ið er.
Fyrst komu minibussarnir (ein grá sona, ið býráðið einki gjørdi við). Hesir hava tikið nógva koyring frá hýruvognunum, sum koyra frá góðkendu hýruvognsstøðunum í býnum, og nú er talan um, at náttarbussar eisini skulu koyra í býnum í vikuskiftinum.
Á ungdómsráðstevnuni í Havn »Hetta er tín kommuna«, sum fyrst og fremst var ætlað teimum 14-18 ára gomlu, kom fram, at tørvur er á einum náttarbussi í Havn í vikuskiftinum, har møguleiki verður hjá teimum ungu, sum búgva uttan fyri miðbýin, at verða koyrd við bussi í býin og heim aftur um náttina. Víst varð á, at foreldrini høvdu kent seg tryggari við eini slíkari skipan.
Hvar er tryggleikin?
Nevndin í Samfylking heldur, at tað er í ordan at býráðið ger nakað fyri at ungdómurin skal hava góðar umstøður, men tað er ein sjálvmótsøgn í, at býráðið bæði gevur loyvir til eitt ávíst tal av hýruvognum, fyri síðan at taka grundarlagið undan so gott sum allari hýruvognsvinnuni. Hetta hevði verið steinur oman á byrðu hjá hýruvognsvinnuni. Tey ungu koma tryggari heim í hýruvogni, tá tey verða koyrd til hús, í mun til at ein bussur steðgar við busssteðgistøðini, og tey síðan mugu ganga víðari til hús.
Ein nýggj hýruvognsreglugerð hevur verið er á veg í longri tíð, men nevndin skilir als ikki, at hýruvognsfelagið ikki verður tikið upp á ráð í hesum sambandi.
Um taksturin hjá náttarbussunum verður tann sami sum í vanligu býbussunum, heldur Samfylking, at tað verður skjótt, at tey ungu fara at brúka bussarnar sum uppihaldsstað. Tí tey hava onga aðrastaðni at fara.
Spurningurin er um, hvat er tryggasta og besta tænastan hjá ungdóminum, tí vanliga er tað soleiðis, at fleiri leiga ein hýruvogn saman, tá verður tað ikki so dýrt fyri hvønn persón. Nevnt verður sum dømi, at tá trý ella fýra fólk leiga ein hýruvogn um náttina, og túrurin t. d. kostar 100 krónur, verður tað ikki meira enn millum 25 og 33 krónur í part. Fyri 40 árum síðan kostaði kostaði ein býtúrur 5 krónur um dagin og 7 krónur um náttina, tá var tímalønin um 5 krónur. Í dag kostar ein býtúrur 55-60 krónur um dagin og 70-80 krónur um náttina, og tímalønin er um 100 krónur. So tað er lutfalsliga bíligari at leiga ein hýruvogn í dag enn fyri 40 árum síðan.
Tað er eisini ein sannroynd, at tað helst ongastaðni er so bíligt at leiga ein hýruvogn sum í Føroyum. Sum nevndin í Samfylking skilir tað, er ætlanin at náttarbussurin í vikuskiftinum skal koyra alla náttina við hálvum tíma ímillum. Bussurin skal eisini koyra, tá onnur serlig tiltøk eru í býnum.
Hýruvognsvinnan doyr burtur
Nevndin heldur, at býráðið við hesum er í ferð við at stuðla upp undir at hýruvognsvinnan spakuliga doyr burtur. Fyri at raksturin av einum hýruvogni skal hanga saman er tað blivið soleiðis, at koyringin í vikuskiftinum fyri flestu hýruvognseigarar er alneyðug.
Samfylking vísir eisini á, at hóast ein meiriluti í teknisku nevnd hjá býráðnum hevur samtykt, at í ávísum økjum í býnum skulu skelti setast upp til hýruvognar, og býráðsformaðurin á fundi við nevndina eisini meinti, at tað skulu enn fleiri skelti setast upp, hendir einki á hesum øki. Nógv skelti mangla enn.
Samfylking vísir á, at býráðið hevur arbeitt beint ímóti galdandi løgtingslóg um hýruvognskoyring í Tórshavnar kommunu. Í hýruvognsreglugerðini fyri kommununa stendur m. a., at tá loyvi verða givin til hýruvognskoyring, skulu tey hava verið til ummælis hjá vinnufelag ella vinnurekandi, men nevndin í Samfylking verður als ikki eftirspurd.
Eisini stendur í reglugerðini, at hýruvognsloyvini eru treytað av, at tey verða nýtt til fulltíðarvinnu, og at hýruvognsnevndin ásetur talið av loyvum eftir fyriliggjandi vinnuloyvum og nýtslu av hesum, og eftir tørvinum á eini rímiligari tænastu hjá íbúgvunum í kommununi og møguleika fyri rímiligari inntøku hjá teimum vinnurekandi.
Nevndin í Samfylking setur eisini spurnartekin við, hvør tað er sum ræður viðvíkjandi hýruvognsloyvunum, er tað býráðið, ella eru tað bilstøðirnar.
Formaður í hýruvognsfelagnum Samfylking er Magnus Fuglø.