Nýtti aðra sak sum grundgeving

dómarin hevur serliga nýtt eina líknadi sak sum grundgeving fyri dóminum

Sosilaurin hevur roynt at fáa hendur á úrskurðinum í málinum, men dómarin, Peter Flügger, sigur við Sosialin, at úrskurðurin framvegis ikki var liðugt skrivaður, tá blaðið fór til prent.
Peter Flügger vildi ikki geva eina munnliga frágreiðing um málið, men segði, at partarnir fáa úrskurðin kl 13 fríggjadagin, eftir at Sosialurin erfarin til prentingar, og hann væntaði ikki at vera liðugur at skriva úrskurðin fyrr enn tá.
Hóast hann var ógvuliga fámæltur, so segði hann tó, at hann serliga hevur nýtt eina aðra sak sum grundgeving fyri dóminum. Talan er um sakina ímillum Fiskimálastýrið og Føroya Skipara? og Navigatørfelag, sum varð avgjørd 17. mars 2005.