Í kvøld verður ársins fyrsta Náttin er Ung, feita rúsfría tiltakið fyri ung í øllum landinum.
Hesu ferð er stórur dentur lagdur á dansitónleikin, sum DJ Ollietuutausend stendur fyri; og fyri at geva eitt serligt ?club vibe? er tiltakið flutt í Perluna.
Tiltakið bjóðar okkurt til øll ung; bólkarnir, sum framføra spæla alt frá róligum pop tónleiki, doom metal til festligan upbeat tónleik; teir eru Dánial & Bjarki, Hamferð og Nikolina´s Rage.
Reinsaríið verður umgjørt til eitt chill out stað, við sølu av pizza, slush ice og øðrum góðgæti. Møguliga verður eisini okkurt eyka undihald.
Í sambandi við føstulávint-vikuna, verður onkur festligur básur ella annað festival undihald á útiøkinum.
Náttin er Ung leygardagin 20.feb. kl.21.30-02.00
Tiltakið er rúsfrítt og er fyri ung 13-18 ár.