Í dag hevur løgreglan kannað, hví eldur kom í eini sethús í Hovi seinnapartin í gjár.
Tað var seinnapartin í gjár, at eldur kom í eini sethús í Hovi, og tey stóðu ikki til at bjarga. Alt brann innan úr teimum og tað er bara sjálvur skrokkurin, sum stendur eftir. Eigarin var einsamallur í húsunum, tá ið eldur kom í, men hann slapp út í øllum góðum.
Per Skov Christensen, politistur, sigur, at eftir at hava kannað málið eru teir ikki í iva um, at tað var í køkini, at eldurin kyknaði. Teir eru heldur ikki í íva um, at tað var á komfýrinum, at tað festi í.
Maðurin, sum inni var, hevur sett eina grýtu á komfýrin, men hevur síðani gloymt plátuna. Tí festi tað fyrst í grýtuna, men eldurin fór skjótt upp í roykhettuna, har hann so festi í av álvara, og breiddi seg skjótt um alt húsið, sigur Per Skov Christensen.
Talan var um rættiliga stóran eld. Eldurin varð fráboðaður klokkan 16.30, men longu tá ið sløkkiliðið kom á staðið, var hann so stórur, at húsini stóðu ikki til at bjarga, og klokkan 20 vórðu teir seinastu neistarnir sløktir.