Nú veksur talið á útlendskum arbeiðsfólki ikki meir

Hesi seinastu tvey árini er talið á útlendsum arbeiðsfólki í Føroyum nógv hækkað – men tað ger tað ikki meir

Í fjør vóru 2.000 útlendsk arbeiðsfólk í Føroyum. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Hagstovan hevur gjørt upp, hvussu nógv útlendsk arbeiðsmegi er í Føroyum og tann uppgerðin vísir, at hesi seinastu árini er støðan nógv broytt.

Hagstovan sigur, at tey fyrstu fjúrtan árini í hesi øldini lá talið á útlendingum, sum fingu uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum, í eini nøkunlunda fastari legu ímillum 400 og 700 um árið.

Men so hvørt virksemið kring landið fór at veksa rættiliga nógv, vaks talið á útlendingum í Føroyum eisini. Serliga í árunum frá 2016 til 2019, var talan um eina stóra hækking.

Í hesum sambandi høvdu 422 útlendingar uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum í 2013, men í 2019 var talið oman fyri 2.000. Men so kom stígur í og í fjør var talið tað saman sum í 2019.

Viðvíkjandi talinum av brotum á útlendingalógina var tað heldur fallandi heilt fram til 2017, og fór so at vaksa stórliga, úr 13 í 2017 upp í 72 í 2019 og enn meir upp í 92 í 2020.