Nú verða fleiri grundstykki at fáa í Æðuvík

Áhugin fyri at seta seg niður í jólabygdini, er veksandi

Skjótt fer aftur at bera til at fáa grundstykki í Æðuvík.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, sigur, at áhugin fyri at seta seg niður í Æðuvík er veksandi, og fyri kortum seldi Runavíkar kommuna tað seinasta grundstykki, sum var.

Men av tí, at áhugi er fyri at seta búgv í Æðuvík, er tey farin undir eina nýggja útstykking, og tað fer ikki at ganga long tíð, so verða eisini tey tøk.

Hann sigur, at í fyrstu atløgu er ætlanin at byggja býlingin, Lítlatún, soleiðis, at sjey grundstykki afturat verða tøk har.

Eftir ætlan skuldi býráðið góðkenna ætlanina á seinasta býráðsfundi, men tað var ikki heilt búgvið at viðgera, tí onkrir upplýsingar manglaðu. Men borgarstjórin væntar, at ætlanin verður samtykt á næsta býráðsfundi, og tað merkir, at skjótt verða sjey grundstykki afturat tøk í Æðuvík.

Æðuvík hevur eisini verið kend sum jólabygdin burtur av, tí har hava tey gørt nógv burtur úr at pynta til jóla og hvørt ár hevur jólapyntið í Æðuvík verið ferðamál og upp undir jól koyra fleiri hundrað bilar fleiri enn vanligt koyra til Æðuvíkar um dagin.