- Nú verða fleiri tilboð at velja millum

Bónus hevur latið upp fimta handilin í Miðvági. Nógv fólk vóru og keyptu í gjár, og tá latið varð upp í morgun kl. 9 vóru fyrstu kundarnir eisini klárir uttanfyri dyrnar.

Vágar: - Hetta eru eini deilig høli  so ljós og so rúmlig!
Fyrsti kundin í nýggja Bónus-handlinum í morgun vóru Elin og Aud Johannesen úr Miðvági.
Tær hava við spenningi bíðað eftir at hesin nýggi og stóri handilin skuldi lata upp eisini í Vágum.
Tað gjørdi hann so á fyrsta sinni í gjáramorgunin. Men í morgun kl. 9 vóru tær báðar á staðnum, tá dyrnar vórðu lætnar upp.
Báðar vóru tær á einum máli um, at hetta er ein góður handil at keypa í.
- Alt er so ljóst herinni, og her er úrvalið eisini sera stórt, siga tær báðar við ein munn.
Tær fegnast eisini um, at handilin hevur hugsað so nógv um børnini. Í fyrsta lagi eru serstakir innkeypsvognar til børn, og í øðrum lagi er eitt rúm, har børnini kunnu hyggja eftir teknifilmum, ta tíðina tey vaksnu keypa seg lidnan í handlinum.
Umframt henda handilin í Miðvági og tann stóra handilin í Havn, kann nevnast, at Bónus eisini rekur handlar í Klaksvík, Glyvrum og á Tvøroyri.

Gamalt ynski
At Bónus nú letur upp hesa deildina í Vágum er eitt gamalt ynski hjá handilsfyritøkuni.
Stjórin, Niels Mortensen hevur áður sagt við Sosialin, at longu áðrenn Vágatunnilin lat upp fyri trimum árum síðani, vóru hugsanir frammi um hetta sama.
Teir valdu tó at bíða eitt bil, fyri líkasum at síggja, hvussu alt fór at útvikla seg í Vágum. Nú mettu teir so, at stundin var komin til at lata henda handilin upp.
Og handilin er sera rúmligur og ljósur, og sum kundarnir eisini bíta merki í beinanvegin. Men hvussu er so við prísinum?
- Jú, sigur Aud.  Hann er í lagi.
- Út frá tí, sum eg havi keypt her í morgun, so kann eg bara siga, at prísurin, hann er í lagi.
Vanliga hevur hon keypt í Keypsamtøkuni, men nú hevur hon fingið ein møguleika aftrat.
- Nú fari eg at hyggja meiri eftir prísunum og teimum tilboðunum, sum hesir báðir handlarnir fara at geva okkum, sigur honum.
Frammanundan hevur hon verið noydd at fara av oynni, um hon skuldi hava fatur á góðu tilboðunum hjá Bónus. Men lítil sparing hevur kortini verið í hesum, tí hon hevur skula goldið bæði bensin og fyri at koyra gjøgnum Vágatunnilin.
- Nú eru tilboðini beint við hjá okkum, og tað haldi eg er í fínasta lagi, sigur Aud.