Nú verður dýrari at fara í svimjihøllina í Havn

Prísirnir fyri at svimja í svimjihøllini í havn, hava staðið í stað í fleiri ár, men nú verða teir hækkaðir

Nú verður tað dýrari at fara í svimjihøllina í Havn at svimja.

Prísirnir í Svimjihøllini í Gundadali eru ikki broyttir síðani 2009, men nú heldur býráðið, at tað er hóskandi at hækka teir.

Endamálið við tí er byrgja fyri, at hallið av at reka svimjihøllina ikki verður ov stórt, tí tað, sum manglar í, má játtast í fíggjarætlanini hjá býráðnum. Men endamálið er eisini at slóða fyri, at menna tilboðini, sum eru í svimjihøllini.

Og eftir tí, sum nú liggur í kortunum, verða prísirnir hækkaðir soleiðis:

-  Gjaldið fyri børn verður hækkað úr 12 krónum upp í 15 krónur.

-  Gjaldið fyri vaksin verður hækkað úr 30 krónum upp í 35 krónur.

-  Avsláttarkort til børn, 25 ferðir, hækkar úr 150 krónum upp í 250 krónir, og kostnaðurin verður sostatt 10 krónur hvørja ferð.

-  Avsláttarkort til vaksin, 25 ferðir, hækkar úr 540 krónum upp í 600 krónur og kostnaðurin verður sostatt 24 krónur hvørja ferð.

-  Avsláttarkort fyri vaksin, 10 ferðir, hækkar úr 220 krónum upp í 300 krónur, og kostnaðurin verður sostatt 30 krónur hvørja ferð.

-  Avsláttarkort fyri pensjonistar hækkar úr 240 krónum upp í 300 krónur, og kostnaðurin verður sostatt 12 krónur fyri hvørja ferð.

Príshækkingin er ikki samtykt enn, men verða prísirnir hækkaðir upp á hendan mátan, rakar príshækkingin serliga tey, sum keypa eitt og eitt atgongumerki.

Prísurin fyri avsláttarkortini verður rættiliga lágur og hann fer neyvan at fáa fólk at setast aftur og tí vænta tey ikki, at hetta fer at ávirkað talið á teimum, sum brúka svimjihøllina.

– Hóast talan er um príshækkingar, er tað framvegis lutfalsliga bíligt at svimja, serliga hjá teimum, sum hava avsláttarkort, sigur Býráðið.

Í býráðnum verður mett at príshækkingarnar fara at geva nakrar hundraðtúsund krónur afturat í inntøkum.

Men umboðini hjá Javnaðarflokkinum í býráðnum hava longu gjørt greitt, at tey taka ikki undir við at prísirnir hækka, serliga taka tey ikki undir við, at tað verður dýrari hjá børnum og pensiónistum at svimja.