Nú verður føroyskt Game Jam

Nú verður skipað fyri tí fyrsta Game Jam í Føroyum.

Við íblástri frá Global Game Jam og Nordic Game Jam initiativunum fer Íverksetarahúsið, í samstarvi við Føroya Tele, undir tað fyrsta Game Jam í Føroyum. Tað verður í klingruni hjá Føroya Tele 1. og 2. februar.

Hugskotið handan FT Game Jam 2013 er at savna telduspæl áhugað og serfrøðingar og saman skapa grundarlag fyri, at vit kunnu gera okkum galdandi innan stóru og skjótt vaksandi gamingvinnuna, sum livir og nørist í okkara grannalondum.?

Dagarnir verða skipaðir á tann hátt, at fyrri dagurin kemur at snúgva seg um fokuseraðar fyrilestrar um spæl og útvikling, meðan næsti dagurin verður framleiðsla av tveimum telduspæl-prototypum. Fríggjadagurin 1. februar er fyri øll við áhuga fyri gaming.

Meðan fríggjadagurin 1. februar er fyri øll við áhuga fyri gaming, so er aldursmark á 16 ár sett til leygardagin 2. februar, sum eisini krevur tilmelding, sum verður møguligt fyrilestrarnar fríggjadagin.?