Nú verður grótið flutt

Klaksvíkar býráð hevur tikið støðu til, at grót úr Norðoyatunlinum til verkætlanir í Klaksvík skal flytast um Leirvíksfjørð. Og verður tað at byrja sum skjótast

Klaksvík:
160.000 rúmmetrar av gróti úr norðoyatunlinum skulu flytast úr Leirvík til Klaksvíkar. Afturímóti fær Leirvíkar kommuna 25 til 30 rúmmetrar av verjugróti, sum er í grótbrotinum í Klaksvíkar kommunu.
Hann sigur, at byrjað verður at flyta grót heilt skjótt, og so kann J & K Petersen fara í gongd við fjórða byggistig á góðshavnina í Ánunum.
Fjórða byggistig er atløgusíða. Dýpið framvið atløgusíðuni verður 12 metrar.
Steinbjørn sigur, at tá hendan verkætlanin stendur liðug, hevur Klaksvíkar kommuna eina fína atløgusíðu í Ánunum. Og sær hann fyri sær, at avskiping av serliga fiski fer at fara fram í Ánunum.
? Vit ætla ikki at fiskurin skal fara í gjøgnum tunnilin, tí tað er bakvent, at partur av fiskinum úr fiskivinnuhøvuðsstaðnum í landinum skal avskipast í Havn, heldur borgarstjórin í Klaksvík.
Hann ásannar tó, at sum gongdin í samfelagnum er, er góðshavnin í Ánunum í seinna lagi.
? Vit hava arbeitt so hvørt sum fíggjarlig orka er til tað, men jú, tað er rætt. Hon er í seinna lagi, sigur Steinbjørn, sum tó er bjartskygdur um virksemið við nýggju góðshavnina í Ánunum.