Nú verður Høgni Hoydal kannaður

Andstøðan hevur samlað tær neyðugu 14 atkvøðurnar.

Jenis av Rana mælti í gjár til, at løgtingið setur ein kanningarstjóra at kanna Høgna Hoydal og málið um veiðiloyvini hjá línuskipum, sum vórðu latin uppsjóvarskipum. Í dag veit Útvarpið at siga, at andstøðan stendur saman um kanningarstjóran. 

 

 

Tað krevjast 14 atkvøður fyri at seta ein kanningarstjóra. Tað er tingformaðurin, sum setur kanningarstjóran. Hesin plagar at vera ein óheftur løgfrøðingur. 

 

 

Kringvarpið sigur, at arbeiðssetningurin er skrivaður. Andstøðan vil kannað embætisførsluna hjá Høgna Hoydal sum heild, og serliga málið um veiðiloyvini hjá línuskipum, sum vórðu latin uppisjóvarskip. Eitt mál, sum elvdi til mikið alment rok fyri stuttum. Løgmaður bað um eina frágreiðing frá Høgna Hoydal og hevur síðani sagt, at hann ikki metir landsstýrismannin hava misrøkt sínar skyldur sum landsstýrismaður.