Nú verður hart at liva hjá Sáru

Seytjan ára gamla Sára Tummasardóttir í Vági er illa sjúk av liðagikt og má fáa regluliga viðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Men nú er vandi fyri, at hendan viðgerðin verður niðurløgd og so veit hon ikki síni livandi ráð

? Uttan hetta her kann eg ikki liva....í hvussu so er, er tað hetta sum ger, at eg klári meg so frægt, sum eg geri.

? Men nú er tað líkt til, at eg skal sparast burtur.

Seytjan ára gamla Sára Tummasardóttir í Vági spennir seg aftur út frá í tí heita hylinum í sjúkrahúsinum á Tvøroyri, og gongur eftir botninum so skjótt hon orkar yvir ímóti hinari síðuni.

Minst einaferð um vikuna liggur Sára í hesin hylinum og arbeiðir aftur og fram, alt hon orkar.


Dagligur fylgissveinur

Men tað er ikki til stuttleika.

Sára var seks ára gomul, tá ið fekk dómin frá læknunum, sum kom at broyta alt hennara lív.

Hon hevði liðagikt og mátti frá fyrsta degi ásanna, at nú mátti hon laga seg til eitt lív við stórum avmarkingum.

Tí nógv av tí, sum er sjálvsagt hjá teimum flestu, er ómøguligt hjá einum við liðagikt.

Sum hjá teimum flestu við liðagikt eru dagarnir hjá Sáru ógvuliga ymiskir. Einstakar dagar merkir hon ikki nógv til sjúkuna. Men so eru aftir aðrir dagar, har hon ikki sleppur úr songini fyri pínu.

Men vanliga er tann nógva pínan ein trúfastur, dagligur fylgissveinur og tað ger, at tilvera hennara er rættiliga nógv skerd. Smáting, sum fólk vanliga ikki hugsa so nógv um, sum t.d. at kóka sær drekka, er ikki altíð sum at siga tað hjá Sáru, tí viðhvørt eru hendurnar so ringar, at hon fær ikki at lyft ketlinum upp frá.


Ger at hon kann liva

Og her er tað, at hylurin á sjúkrahúsinum aftur kemur inn í myndina.

Fyri at avmarka pínuna og sostatt gera tilveruna munandi lættari, gongur Sára regluliga til venjingar á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Minst einaferð um vikuna- og tvær ferðir tá ið tað ber til- er Sára á sjúkrahúsinum har hon strekkir og mýkir sær vøddar og liðir undir serkønari hjálp frá fysioterapeutunum har.


Rakar 250-300 fólk

Og tað er serliga tann flógvi hylurin, sum ger undirverkir.

? Sjálv sigur Sára, at tað er viðgerðin í hylinum, sum ger, at hon kann liva, ella, í hvussu so er klára seg so væl, sum hon hóast alt ger.

Men nú er vandi fyri, at viðgerðin, sum Sára fær, verður niðurløgd.

Eins og flest allir aðrir stovnar, skal Suðuroyar Sjúkrahús eisini spara. Og ikki minst er fysioterapiin hart rakt, tí landsstýrismaðurin í almanna og heilsumálum hevur gjørt av, at tann ambulanta fysioterapeutiska viðgerðin skal niðurleggjast fyr at spara.

Tveir fysioterapeutar eru sagdir úr starvi og teir fara í seinasta lagi 31. mai.

Sostatt fer tað ikki longur at bera til hjá Sáru at koma á Sjúkahúsið einaferð, ella tvær verðir um vikuna at fáa viðgerð.

Einasti møguleiki, sum Sára hevur, er, at tingið játtar meiri pening til Suðuroyar Sjúkrahús.

Eftir einum uppskotið, sum kemur til viðgerðar í tinginum fyrsta dagin, er ætlanin at játta Suðuroyar Sjúkrahúsi meiri pening.

Men tað er framvegis ikki nóg mikið til, at virksemið kann halda fram í ár á sama støði, sum tað var á í fjør. Tí er tað framvegis ógreitt, hvussu verður við fysioterapeutisku viðgerðini á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Og Sára er langt í frá eindømi, tí av Sjúkrahúsinum er áður upplýst, at ímillum 250-300 fólk ganga til ambulanta viðgerð um árið, men nú er vandi fyri, at teir allir missa hendan møguleikan fyri at varðveita heilsuna ella at bøta uppá hana so frægt sum tilber, við teimum veikleikum sum eru.


Tilveran tikin frá henni

Og Sára, hon tekur hetta rætt og slætt, sum um tilveran nú verður tikin frá henni.

? Dettur tann ambulanta viðgeðin burtur, veit eg ikki míni livandi ráð, sigur hon.

Hon sigur, at skal hon liva eina toluliga tilveru, kann hon ikki vera viðgerðina fyriuttan.

?Dettur tann ambulanta viðgerðin niðurfyri, skal eg leggjast inn, hvørja ferð, eg skal hava viðgerð.

Men at leggja meg inn ein, tveir tímar, einaferð, ella tvær ferðir um vikuna tykist eitt sindur løgi, so tað ivist eg í.

Hon sigur, at tað ber ikki til at fáa somu venjing í einum vanligum svimjihyli, tí har er vatnið alt ov kalt hjá fólki, sum hava liðagikt.

Hon vísir eisini á, at aðrar venjingar koma ikki uppá síðuna av tí teimum venjingum, sum hon fær í hylinum.

? Í hylinum fái eg veruliga arbeitt, strekt meg út og brúkt vøddarnar. Og saman við varmanum, hevur tað eina ómetaliga góða ávirkan á sjúkuna.

Hon sigur, at hetta er so at siga tað einasta slagið av kropsligum virksemi, sum hon fær gjørt, og tí harmar tað hana ómetaligt, um hetta skal detta niðurfyri.

Samstundis hevur tað alt avgerðandi týdning fyri fólk við gikt, at tey brúka bæði vøddar og liðir fyri at kroppurin ikki skal stirnað.

Hon sigur, at tað eru nógv fólk, sum ganga til uppvenjingar og tað mátti borið til at spart aðrastaðni, heldur enn at taka hendan møguleikan frá sjúkum fólki.