HB ætlaði sær at vinna seg víðari í europeisku kappingini, men tað miseydnaðist. HB venjarin Jan C. Dam staðfestir, at tað gekk ikki, men hann heldur, at hansara lið hevur vunnið royndir, sum spælararnir og liðið eiga at hava gagn av, nú landskappingin aftur er á skrá:
-Nú eiga vit nógvir heimadystir, og vit ætla okkum at vinna og vinna og vinna. So fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur HB venjarin, sum fegnast um ungu menninar, ið nú av álvara eru við í kappingini um plássini á liðnum:
-Í europeisku dystunum fall tað soleiðis, at teir fingu møguleika at vísa, hvør dugur er í teimum. Teir vístu framúr hugburð, og teir spældu væl. Tað er gott at vita, og teir fara sjálvandi at fáa møguleikar í landskappingardystunum, nú vit fram til hálvan august skulu spæla í Gundadali ímóti Skála, ÍF, TB og KÍ, sigur Jan C. Dam.
Skálamenn arbeiða miðvíst fyri at varðveita plássið í bestu deildini. Higartil hevur tað hepnast væl, tí Skála er átta stig frá niðurflytingini. Tað verður roknað sum stórur styrkur og sera gott fyri venjingarnar, at Rógvi Egilstoft Nielsen og svenski Rasmus Andersson eru lagstir aftrat, og at tað harvið er størri kapping um plássini.
Tá ið HB fyri einum fjórðings ári síðani vann 3-0 á Skála, var Øssur Dalbúð fyri fyrstu ferð á HB liðnum, og tað var vorðið sum fyrsti dystur, tí Øssur varð innskiftur beinanvegin eftir steðgin, og hann skoraði øll málini. Síðani hevur álopsspælarin verið eitt sindur darvaður av skaðum, men tað verður roknað við, at hann verður tøkur sunnudagin.