Nú verður hvør dystur ein finala

Jórun Ludvig var rættiliga vónsvikin um tað greiða 21-31 tapi hjá kyndilskvinnum ímóti Neistanum í dag. - Vit vóru slettis ikki klárar, og longu í steðginum var tað okkum greitt, at vit høvdu tapt, segði Jórun Ludvig við Rás2 aftaná dystin.

 

Jórun Ludvig staðfestir, at nú verður hvør dystur ein finala, tí tað er púra javnt millum Kyndil og VÍF/Tjaldur í kappingini um at koma í FM-finaluna ímóti Neistanum. Bæði liðini hava 16 stig.

 

Marjun Danberg hjá Neistanum greiddi frá, at tær ætlaðu at kvala dystin beinavegin, og tað eydnaðist við einari 20-8 leiðslu í stegðinum.

 

Tað ber til at hoyra tað, sum Jórun Ludvig og Marjun Danberg søgdu aftaná dystin undir greinini her.