Nú verður musikkskúlin boðin út

Ein nýggjur musikkskúlin hevur verið valagn uppundir fleiri býráðsval í Havn. Enn er hann ikki komin, men nú er aftur ætlanin at byggja hann

- Nú verður arbeiðið at byggja nýggjan musikkskúla í Havn, boðið út.

 

Tað sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar Býráð.

 

Ætlanin at byggja nýggjan musikkskúla hevur verið kastibløka í býráðnum og hann hevur verið brúktur sum valagn uppundir fleiri býráðsval.

 

Eitt, sum hevur seinkað málinum er, at tað hevur gingið illa at semjast um, hvar hann skuldi vera. Fyrst skuldi hann vera við Norðurlandahúsið, men síðani varð hann fluttur ut á Landavegin á stykkið, sum er gjørt byggibúgvið til eina høll hjá Neistanum, sum tó varð av ongum.

 

Men so vóru røddir frammi, sum vildu hava hann oman á Skálatrøð í sambandi við ætlaða Tjóðpallin har, men nú er hann so aftur fluttur út á stykkið á Landavegnum.

 

- Nú hava vit loksins funnið endaligu staðsetingina og projektið er gjørt, sigur Helena Dam á Neystabø.

 

Hon sigur, at í hesum døgum verður seinasta hond løgd á fyrireikingarnar og nú um mánaðarskiftið august og september, verður arbeiðið boðið út.

 

Hon sigur, at tað vera sjey, ella átta fyritøkur, sum verða bjóðaðar við at kappast um arbeiðið, men nær tilboðini skulu vera inni, dugir hon ikki at siga.

 

- Men tað plagar at ganga ein ella hálvurannar mánaði frá tí, at arbeiðið er boðið út, til tilboðini skulu vera inni, sigur hon.

 

Nú fer hann í útboð, so nú vóni eg, at hann ikki verður valagn í einum valstríði afturat, sigur forkvinnan í Mentamálanevndini.

 

Skúlin kostar 70-80 milliónir og av teimum eru tær fyrstu 40 milliónirnar settar av.