Nú vantar ikki nógv í, til Støkkhøllin á Glyvrum verður heilt liðug. Tað eru bert smálutir, ið eftir eru at gera. Millum annað verður bíðað eftir rimum úr Danmark, og skulu hesar setast upp, so skjótt tær koma til Føroya. Radiatorar og ljóðanlegg vanta somuleiðis at verða sett upp. Men roknað verður við, at Støkkhøllin verður klár at verða alment tikin í nýtslu fyrst í komandi ári.
Fíggjað við lýsingum
Tað er felagið Støkkstuðlar, ið eigur og rekur høllina, og fimleikafelagið Støkk sleppur at nýta høllina ókeypis.
Raksturin verður fyrst og fremst fíggjaður við lýsingum, og sæst hetta eisini á bygninginum. Støkkhøllin er klødd við alskyns lýsingum, bæði uppi á tekjuni og inni í sjálvari høllini. Afturat hesum ætlar felagið at fáa pening til vega, við at leiga høllina út til ymsik endamál, og harafturat sjálvt skipa fyri ymsikum tiltøkum. Og tí er eitt gólvslag lagt í høllini, ið væl tolir, at dansur verður hildin í henni.
Næsta tiltakið, ið Støkkstuðlar skipa fyri, verður leygardagin 5. desember, tá ið mótasýning og barnadiskotek verða í sjálvari Støkkhøllini. Tá ið fer at stunda nærri jólum, fer felagið at selja jólatrø í høllini. Umframt alt hetta, so ætla Støkkstuðlar at hava stóran dans í íróttarhøllini í Runavík 2. jólakvøld.
Vunnu fimleikafagnaðin
Hóast Støkkhøllin ikki enn er tikin alment í nýtslu, hava fimleikarar úr fimleikafelagnum Støkk í seinastuni dúgliga nýtt hana at venja í. Fimleikararnir nýttu hana til at venja í til fimleikafagnaðin, ið varð hildin í Norðurlandahúsinum 7. og 8. november. Úrslitið á hesum fimleikafagnaðinum gjørdist, at Støkk vann fagnaðin. Og verða tað brot úr vinnandi framførðsluni í Norðurlandahúsinum, ið verða sýnd í Støkkhøllini, tá ið hon alment verður tikin í nýtslu.
Til upplatingartiltakið verða kommunuumboð úr Eysturoynni og landstýrismaðurin í mentanarmálum boðin við.