Nú verður summarfrí

Fýra dystir í 12. umfari vera seinnapartin og ein í kvøld

Í dag er 12. umfar í Betrideildini á skránni. Fyrsta bríksl verður í fýra dystum klokkan 15, og síðsti dysturin verður í Streymnesi klokkan 19. Tá ið síðsta bríksl hevur verið við Margáir klokkan knapt 21 í kvøld, verður steðgur í landskappingini fram til á ólavsøku.

Tað man koma væl við hjá feløgunum, venjarunum, dómarunum og fyrst og fremst spælarunum.

Eftir koronasteðgin fór fótbólturin á rull aftur í vikuskiftinum 16./17. mai. Tað er átta vikur síðani. Í hesar átta vikurnar eru avgreidd 11 umfør í landskappingini og eitt í steypakappingini.

Fótbóltslíkindini eru av teimum bestu. Forsøgnin sigur, at seinnapartin verður hitin 11 – 12 stig, tað verður turt, og lotið av útsynningi verður umleið fimm metrar um sekundið.

 

ÍF – Skála: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

Víkingur – AB: Bjarki Danielsen kl. 15.00

EB/Streymur – HB: Eiler Rasmussen kl. 19.00

B36 – KÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

TB – NSÍ: Petur Reinert kl. 15.00

 

HB11911281028
NSÍ1182126626
11821301126
B3611812331325
Víkingur11524191517
ÍF11515142216
EB/Streymur112186207
TB111377156
AB110477314
Skála1101107341