Nú skal tað eisini verða mvg frótt at keypa ljóðbøkur. Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Vanligar, prentaðar bøkur eru mvg friar, og Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn, hevur tískil spurt hana, hví ljóðbøkur ikki eisini eru tað, ella um ljóðbøkur ery ein vanlig vøra, sum mvg skal rindast av.
Hon heldur, at tá ið mvg skal rindast av ljóðbókum, er tað tey lesiveiku, sum verða rakt, tí nú skulu tey gjalda meira fyri bøkur enn onnur.
Kristina Háfoss sigur, at hon hevur gjørt av at gera broytingar á hesum øki soleiðis at ljóðbøkur verða javntsettar við prentaðar bøkur. Tær broytingarnar verða gjørdar í næstum og tá verða ljóðbøkur eisini mvg friar.
– Hetta er avgjørt, tí at prentaðar bøkur og ljóðbøkur tæna sama endamáli, og harafturat eru tað ikki øll, ið kunnu lesa prentaðar bøkur, men hava tørv á ljóðbókum, sigur hon.