Nú verður tað tiltikna tornið í Øravík tikið burtur

SEV fer nú at flyta tornið burtur frá vegnum. Tá ið tunnilin ímillum Øravík og Hov verður gjørdur, skal alt vegastrekkið í Øravík harafturat leggjast heilt av nýggjum

 

Ferðslutrygd


Nú verður tað nógv umstrídda SEV-tornið við vegin í Øravík, tikið burtur.

SEV hevur fingið byggiloyvi til eitt nýttt torn longur inni í dalinum og sostatt verður tornið við vegin, sum hevur elvt til so mikla kvøl, tikið burtur.

SEV upplýsir, at farið verður undir arbeiðið nú og at tornið verður tikið niður í heyst.

SEV hevur arbeitt í langa tíð við at fáa tornið flutt, men pappírsarbeiðið tekur tíð og tað er ikki fyrrenn stutt síðani, at byggiloyvið og aðrar fyrireikingarnar eru komnar undir land.

Tað er í samstarvi við Landsverkfrøðingin, at SEV nú tekur tornið niður og Landsverkfrøðingurin rindar ein part av útreiðslunum.

SEV hevur ikki ábyrgdina av ferðslutrygdini í landinum og tí er samstarv tikið upp við SEV um at flyta tornið.


Hevur virðið

Umstrídda SEV-tornið í Øravík er bygt í 1928 og er tískil rættiliga gamalt. Tað hevur eitt serligt byggisnið og ætlaninv ar tí at varðveita tað. Av tí sama varð tað umvælt fyri nøkrum árum síðani.

Klæmint Weihe, stjóri á SEV sigur, at ætlanin var at varðveita tornið sum eitt minni.

? Tornið er serstakt. Torn av hesum slagi vórðu ikki gjørd aðrastaðni, enn í Suðuroy og tað hevur bæði søguligt og byggilistarligt virði.

Men fyri tað, um tornið nú skal takast niður, er ikki vist, at ætlanin at varðveita tað, fer fyri skeytið.

Í staðin fyri at taka tað niður, verður møguleikin kannaður at flyta tað burturfrá vegnum og at varðveita tað. Letur tað seg ikki gera innanfyri rímuligt mark. verður tað brotið niður, tí burtur frá vegnum skal tað í øllum førum.


Leggjast av nýggjum

Seinni verða enn fleiri tiltøk sett í verk, sum skuldu bøta um ferðslutrygdina á staðnum. Landsvegurin í Øravík verður nevniliga tikin uppí arbeiðið, tá ið nýggjur tunnil verður gjørdur ímillum Øravík og Hov, nær tað so verður.

Hermundur Michelsen hjá Landsverkfrøðinginum í Suðuroy, sigur, at tá ið tunnilin verður gjørdur, er ætlanin at leggja allan vegin í Øravík heilt av nýggjum.

?Ætlanin er at leggja allan vegin í ein javnan boga runt alla víkina í Øravík. Summastaðni verður vegurin sostatt fluttur eitt sindur niðaneftir og aðrastaðni verður nýggi vegurin lagdur eitt sindur niðanfyri vegin, sum er.


Nógv kjak

Tað hevur elvt til nógv kjak, at eitt slíkt torn skal standa beint við veg við nógvari ferðslu. Hartil stendur tað so illa, at tað er beint í einum svingi.

Nógv hava ført fram, at tað er ein álvarligur vandi fyri ferðsluna og tað eru eisini fleiri bilar, sum eru endaðir í torninum, tá ið teir av onkrari orsøk, ikki hava klárað svingið.

Serliga eftir eina ferðsluvanlukku í september í 1999, sum kravdi trý mannalív, gjørdust tað eitt fólkakrav í Suðuroy at okkurt varð gjørt, har hundraðtals fólk skrivað undir eitt krav um at at bøtt varð um ferðslutrygdina á plássinum.

Men tað fánaði skjótt burtur aftur og ikki fyrrenn nú ein bilur aftur endaði í torninum í farnu viku, tók kjakið seg uppaftur.

Í blaðnum í gjár helt Ráðið fyri Ferðslutrygd eisini avgjørt, at okkurt átti at verið gjørt fyri at bøta um ferðslutrygdina á plássinum.

Men í dag ber so til at upplýsa, at SEV og Landsverkfrøðingurin í langa tíð hava arbeitt við at fáa tornið flutt og at tað nú er komið so langt, at tað verður gjørt í ár. Samstundis verður allur vegurin lagdur av nýggjum seinni.