25. og triði síðsta umfar í Vodafonedeildini er á skránni seinnapartin í dag.
Hóast tað neyvan verður soleiðis, at nakað verður avgjørt seinnapartin - hvørki í toppinum ella botninum - so fara úrslitini at hava rættuliga stóran týdning fyri, hvør verður meistari, og hvør skal flyta niður saman við AB.
Veðurforsøgnin í morgun sigur, at tað seinnapartin verður eitt fitt lot av landssynningi. Tað er møguleiki fyri, at sólin fer at síggja onkrastaðni, og fyri tað mesta verður tað turt. Hitin fer at liggja um tíggju stig.
Víkingur-EB/Streymur: Rúni Gaardbo kl. 15.00
HB-NSÍ: Lars Múller kl. 15.00
ÍF-B71: Petur Reinert kl. 15.00
FC Suðuroy-B68: Eiler Rasmussen kl. 14.30
AB-B36: Páll Augustinussen kl. 17.00
Støðan eftir 24 umfør
NSÍ 45
HB 45
EB/Streymur 42
Víkingur 40
ÍF 37
B36 34
B68 28
B71 23
FC Suðuroy 19
AB 11