Nú viðgongur Peter Madsen drápið

- Tað er einki við, hvør hevur skyldina. Tað er mín skyld, at hon doyði. Tað er mín skyld, tí eg framdi eitt brotsverk, viðgongur kavbátaskiparin nú.

 

Drápsdømdi kavbátaskiparin, Peter Madsen, viðgongur nú endiliga sína ræðuligu gerð, sum hann framdi ímóti ungu svensku tíðindakvinnuni, Kim Wall. Hann bæði píndi, myrdi og skar líkið sindur í stykki, sum hann kastaði í havið í einari roynd at fjala illgerðina.

Nú viðgongur hann sína brotsgerð í einari evnissending í Discovery Networks, nevnd "De hemmelige optagelser". - Tað er einki við, hvør hevur skyldina. Tað er mín skyld, at hon doyði. Og tað er mín skyld, tí eg framdi eitt brotsverk. Alt samalt er mín skyld, sigur hann sambært Discovery Networks.

Peter Madsen varð dømdur fyri at hava myrt, kynsliga meiðslað og skorið sundur svensku tíðindakvinnuna, Kim Wall, í sínum kavbáti eitt summarkvøld í august í 2017. Gjøgnum alla rættargongdina helt hann upp á, at hann var ósekur. Men, tað ger hann ikki longur sambært evnissendingini í Discovery Networks.

Tíðindafólk hjá Discovery Networks hevur í tilsamans 20 tímar snakkað í telefon við Peter Madsen, og her viðgongur kavbátaskiparin eitt nú, at hann beindi  fyri Kim Wall. - Eg minnist hvørt millisekund frá hesum kavbátatúri, sigur Peter Madsen í sendingini.

##med2##