Ja, so komu boðini eftir tær eisini, Villi.
Villi var giftur við Ellu, sum doyði 18. jan. 1991, tað er sostatt út við 10 ár síðan. Tað hevur sjálvandi verið ógvuliga svárt hjá honum at missa konuna so tíðliga.
Men lívið skal jú livast víðari, og tað er eingin ivi um, fyri okkum, sum kendu Villa, at hann hevur leitað sær troyst og styrk hjá tí alvaldandi Gudi við Jesusi Kristi og funnið ugga og styrki frá honum.
Villi var ein merkismaður á mangan hátt.
Fyrst og fremst hugsi eg um hvat hann hevur verið fyri kirkju okkara her á staðnum. Hann hevur verið kirkjutænari í nógv, nógv ár, bæði sum urguleikari og deknur, onkuntíð bæði í senn á yngri árum, tó tey seinru árini av kirkjutænaratíðini var hann deknur burturav, tað er nøkur ár síðan hann gavst í hesum starvi.
Síðan vil eg taka fram hansara sjáldsama vøkru songrødd. Eina slíka songrødd, sum Villi hevði, er ikki hvørjum manni lagað. Tað var ein sonn frøði at hoyra hansara rødd, tá hann sang í kirkjuni og fyri líki og aðrastaðni.
Nú er røddin tagnað. Harrin hevur flutt mannin við tí vøkru røddini heim til sín.
Villi var góður við kirkjuna, tað skal hann eiga stóra tøkk fyri.
Hegnismaður vil Villi á so mangan hátt. Hann dugdi sera væl at standa fyri tá arbeiði skuldi gerast av ymiskum slag. So vítt eg veit, so var hann formaður fyri arbeiðnum tá kajin var gjørd í Vík, beint aftaná seinna heimsbardaga, og sostatt eisini fyri kajtrappunum niðan á vegin, eitt satt hegnisligt verk, tá í tíðini og er tað enn tann dag í dag. Alt var so snøgt, sum kom liðugt frá hansara hond, til dømis vil eg nevna hetta, at á kajtrappunum stendur árstalið 1946 stoypt í betongið, og eg ivist ikki í tí, at hetta er hugskot frá Villa, tí á sethúsinum hjá honum stendu árstalið 1949 stoypt í betongið, sum vendur oman ímóti vegnum. Sera hegnisliga gjørt. Eitt satt prýði.
Annars hevði Villi fleiri onnur álitisstørv í sóknini, nevnast kann, at hann var kommunustýrisformaður frá 1. jan. 1951 til 31. des. 1958 tað vil siga tvey valskeið, og hartil næstformaður valskeiðið 1967-1970.
Í mong ár var hann maskinførari hjá landsverkfrøðinginum, serstakliga í samband við vegagerð, hetta starv røkti hann til lítar líka til hann legði frá sær fyri aldur.
Villi var ein trúgvandi maður og hann smæddist ikki at bera orðið fram. Hann útlegði tekstin so klárt og einfalt soleiðis at ein og hvør kundi skilja hvat tað snúði seg um.
Wilhelm Petersen er nú fluttur heim til frelsaran, sum hann so innarliga longdist. Nú var tíðin úti hjá honum her á fold, nú orkaði hann ikki meira, likamið var útslitið.
Hann hevur sungið fyri mongum líki her í bygdini, nú sungu aðrir fyri honum.
Hann liggur nú undir grønu torvu, beint norðan fyri kirkjuna, við síðuna av konu síni.
Wilhelm Petersen, undirritaði vil, við hesum fátæku orðum, takka tær fyri alt, sum tú hevur verið fyri hesa bygd í gjøgnum títt langa lív.
Harrin verið styrk hjá tykkum, sum eftir sita við sorgini og sakninum.
Friður verið við minninum um Wilhelm Petersen í Vík.
Poul Grunnveit