Nadal í finaluni

Rafael Nadal er nú stórfavorittur at vinna Australian Open

27 ára gamli spaniólin vann í nátt á Roger Federer í trimum settum. Rafael Nadal skal nú møta Stanislas Wawrinka í finaluni. Rafael Nadal spælir við pínu í hondini, men tað tykist ikki ávirka meiri enn eitt vist.

 

Her ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum

 

Rafael Nadal vann við settúrslitunum 7-6, 6-3 og 6-3. Hann er nú á gáttini til at vinna vinna sína 14. Grand Slam kapping. Vinnur spaniólin, so er hann ein av bara trimum, sum hava vunnið allar fýra Grand Slam kappingarnar tvær ferðir.


Fyri sveisiska Stanislas Wawrinka er talan um fyrstu stóru finaluna í tennis. Landsmaaðurin hjá Roger Federer verður heldur ikki mettur at hava stórvegis møguleikar í finaluni, sum verður sunnudagin.

 

Rafael Nadal spælir í løtuni við pínu í hondini. Hann hevur umfatandi bløðrur á hondini, men sigur at tað batnar í hvørjum.