Í samband við stóru altjóða ráðstevnuna FarGen Summit, sum verður her í Føroyum hósdaging og fríggjadgin hevur FarGen tikið stig til eina verkstovu fyri studentaskulanæmingum.
Í hesum sambandi fara einir 40 næmingar í lívfrøði á hástigi úr Kambsdali og úr Hoydølum, at brúka dagin á Østrøm, har tey við ymsum royndum læra at arbeiða við ílegum og íleguvitan.
Tað er amerikikanarin, Dave Micklos, frá Cold Spring Harbor Laboraties í New York, sum stendur fyri frálæruni.
Bogi Eliasen, stjóri á FarGen, sigur, at Dave er sera royndur á hesum øki og hevur vunnið fleiri heiðurslønir fyri sítt drúgva arbeiði at undirvísa og at menna undirvísingarhættir í samband við íleguvitan.